H71 grammari

At hoyvíkingar høvdu meira at spæla fyri, hevði helst sín týdning, tá teir í gjár sendi strandingar innaftur við ongum

– Vit eru klárir at møta vestmenningum leygardagin. Vanliga plaga vit at hava hampiliga gott tak á teimum, og tá vit hittust í tilsvarandi dysti í fjør, smurdu vit teir av. Men í vetur hevur tað ikki altíð verið so lætt at spælt ímóti vestmenningum, men vit fara eftir at vinna, tí tað gera vit altíð.
Tað sigur Rúni Vest Højgaard, sum við sínum 12 málum royndist sannur málslúkur hjá H71, tá liðið í gjár hevði vitjan av StÍF, ið ikki longur hevur tað stóra at spæla fyri.
– Eg stúrdi áðrenn dystin eitt sindur fyri, um vit fóru at vera nóg konsentreraðir, men tað vóru vit, so har var einki at stúra fyri allíkavæl. Og eg kann ikki siga annað, enn at mær gekst væl, sigur hann.
Munurin á liðunum var tey trý málini, sum tað endaði við, og sum eisini var munurin tað mesta av seinna hálvleiki, eftir at tað hevði verið meira javnt fyri steðgin. Ungu menninir í H71 vóru grammari og skarpari, og at teir høvdu meira at spæla fyri enn mótstøðuliðið, munaði kanska eisini eitt sindur.
– Vit vistu, at vit skuldu hava bæði stigini, so vit í øllum førum varðveittu okkara fyrimun í mun til VÍF, sigur Rúni, ið saman við Rógva Sørensen fekk tey nógvu málini hjá H71, sum ikki hesaferð fekk so nógv burtur úr Bogdan Florea, ið bara fekk tvey mál við brotskasti.
Strandingar royndu at geva mótstøðu og tað var eisini spennandi eina løtu ímóti endanum, men tá avtornaði, vísti H71 neyðugu styrkina og vann uppiborið og rímiliga sannførandi.

H71-StÍF 30-27 (12-11)
H71: Rúni Vest Højgaard 12, Rógvi Sørensen 7 (1), Bogi G. Davidsen 4, Hans Kári Hansen 3, Bogdan Florea 2 (2), Sigmundur Dahl 1, Tróndur Arge 1
StÍF: Sveinur Justinussen 9 (2), Marius Joensen 6, Allan Norðberg 4, Pætur Joensen 3, Anfinnur Joensen 2, Jógvan G. Joensen 2, Fríði R. Djurhuus 1
Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Karsten Joensen