H71 hevur framvegis fult stigatal í FTZ-deildini. Í kvøld vunnu teir 27-21 á StÍF á Skála. H71 hevur vunnið allar sjey landskappingardystirnar í hesum kappingarárinum.
Les eisini:VÍF í óvæntaðum trupulleikum
Tað stóð annars á jøvnum 17-17 aftaná 40 minuttir. Síðani skoraði H71 fýra mál upp í salg, áðrenn StÍF aftur fekk bóltin í málið. Speningur kom ongantíð aftur í dystin.
Fyri H71 vóru tað donsku spælararnir, Mark L. Marcher og Peter Krogh, sum gingu á odda við málskjótingini. Teir skoraðu hvør síni seks mál, meðan Jónas Djurhuus hevði ein avgerandi leiklut við fimm málum. Fyri StÍF skoraðu Leivur Justinussen Jógvan G. Joensen fýra mál í part.
H71 hevur 14 stig á fyrsta plássi. Trý stig frammanfyri VÍF, sum somuleiðis vann í kvøld. StÍF liggur mitt á stigatalvuni við sjey stigum.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 7 | 190 | 149 | 41 | 14 |
2 | VÍF | 8 | 219 | 212 | 7 | 11 |
3 | KÍF | 7 | 169 | 146 | 23 | 8 |
4 | StÍF | 8 | 214 | 210 | 4 | 7 |
5 | Kyndil | 7 | 182 | 184 | -2 | 6 |
6 | Neistin | 6 | 148 | 155 | -7 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 7 | 164 | 230 | -66 | 0 |