Í stórsteypadystinum hjá monnum kom til sjóndar, at H71 er rímiliga væl fyri, nú annað meistaraheitið hjá felagnum skal verjast henda komandi veturin, men hinvegin verður tað neyvan í ár, at Neistin verður á tindinum.
Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum vóru teir hjá Neistanum hugagóðir, men frá tí at teir høvdu lagt seg á odda 9-7, stóð rimmarfast, og H71 var á odda 13-9 í hálvleikinum.
Hetta skuldi vísa seg at gerast tendensurin í hesum dystinum, tí longu miðskeiðis í seinna hálvleiki var alt væl og virðiliga avgjørt, tí tá var H71 níggju mál á odda, 20-11, og Neistin kom ongantíð afturíaftur.
Hóast H71 var uttan spælarar sum Dánjal Tórgarð og Esbern Patursson, koyrdi spælið væl í løtum, meðan tað var týðiligt, at Neistin er í ferð við at byggja upp og spæla eitt nýtt, ungt lið saman, ið saktans kann koma at gera seg galdandi.
H71-Neistin 23-15 (13-10)
H71: Bogdan Florea 8, Rúni Højgaard 5, Hallur Biskopstø 4, Bogi G. Davidsen 4, Sigmundur Nolsøe 1, Andor Sivertsen 1
Neistin: Guðfinnur Thorsteinsson 7, Beinur Davidsen 2, Rói B. Hansen 2, Jugoslav Djumic 1, Andras Joensen 1, Terji Mørk 1, Grímur Sundstein 1