Í mínum heimi er hetta viðurskifti sum man avgreiðir uttan fyri almenningin.
Við bókini dregur Hans Eiler tey veruligu offrini – hansara børn – ígjøgnum upplivingarnar enn einaferð.
Men tá HE gevur út bók, har hann greiðir frá tí órætti, honum hevur verið fyri – í nøkrum førum helst rætt – so er eisini upp á sítt pláss at greiða frá teimum søgunum hann ikki fortelur.
Hann peikar allar sínar trupuleikar aftur til hendingarnar í Norðurnoregi. Men hetta er bara ein partur av persóninum.
Har eru ein røð av hendingum bæði áðrenn og eftir “SMS-sakina” við dóttrini.
Eitt eyðkenni sum søgan vísir – nærmast allastaðni hann hevur búð og virkað – er spjaðing í baklandinum.
Eingin er í hansara verð neutralur. Er tú ikki aktivt við – so er tú ímóti honum.
Og í fleiri førum verður «smekkað við hurðini», tá hann fer.
Eisini reint bókstaviliga.
Og hansara verumáti á sosialu miðlunum er helst minst líka stór orsøk til tað hann kallar “fólksins dóm”, sum tað hann nevnir í bókaumrøðuni.
Møguliga er upplivingar við misbrúk frá barni ein frágreiðing/orsøk; men so átti hann at søkt sær hjálp fyri tað.
Men sum ein sum hevur verið til staðar í «sferini» um HE hevur man verið vitni til ein til tíðir sera ólíkavektigan persón, sum hevur framt og fremur sálarligan harskap móti sínum «umgevilsum» - bæði vaksnum og børnum.
Og tað er í nærumhvørvinum kring HE, at tað leikar harðast á.
Tað er nógv av hansara nærmastu sum eru útsett fyri.
Familjulimir, sum hann tekur avstand frá – og ikki bert tað, men við sínum “intriganta” verumáta orkestrerar soleiðis, at hann fær onnur í nærsambandinum eisini at isolera viðkomandi.
Tí er tað rættuliga provokerandi – og “salt í sárið” hjá teimum, sum eru offur eftir HE.
Men maðurin er “professionellur retorikari”, sum tað verður nevnt.
Hann hevur eina útbúgving, sum sjálvandi raðfestir at kunna málbera seg, og at fáa sín boðskap fram.
Tað hava vit onnur ikki, og standa tí við eini “órættvísiskenslu” í hesum glantrileiki sum fyrigongur í hesum døgum.
Hann fær fokus – og samhuga – við síni framførslu.
Sum hann sjálvur sigur: “vit hava tað seinastu tíðina spammað sosialu miðlarnar við boðskapinum um bókina”
Tað hava “offrini” eftir HE ikki orku og førleikar til.
Og kennist hendan ógvusliga sjálvpromoveringin tí sum salt í sárið.
Vónandi verður næsti tittulin sum HE brúkar tíð uppá “HE hyggur í speglið”.
Tí fyri fleiri av okkum kennist boðskapurin meira sum: “Hans Eiler “spítur” aftur um bak” – og har liggja vit.
Helgi Johannessen