Hans Joensen 25 ár í sama starvi

Herfyri hevði Hans Joensen í Havn arbeitt 25 ár á sama arbeiðsplássi ? Bacalao og Føroya Fiskavirking.

Hans er skopuningur, sonur Gullborg, f. Olsen og Kristian Joensen, bæði úr Skopun.
Tá Hans var 13 ára gamal, flutti familjan til Havnar at búgva.

Hann róði út í Grønlandi frá 1967-69 og sigldi við "Baki" hjá Skipafelagnum Føroyar frá 1970-75.

Eftir tað var hann útróðrarmaður í eini trý ár, til hann fekk fast starv á Bacalao í 1978.
Hansara uppgáva er at frysta slógv, sum verður útflutt sum minkafóður.

Hans hevur trivist væl á arbeiðsplássinium - bæði hjá Bacalao og hjá Føroya Fiskavirking. Hann arbeiddi eisini nógv á Bacalao sum ungur, hann var bert 14 ára gamal, tá hann fyrstu ferð arbeiddi har.

Seinasta árið er Hans best kendur sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann hevur verið nevndalimur í felagnum í eini seks ár, og 1. februar 2003 bleiv hann valdur til formann.

Í fríløtunum um summarið dámar honum best at fiska laks á Leynavatni. Uttanfyri laksasesongina møtast nakrir av teimum sum fiska laks, einaferð um vikuna, í húsunum hjá Føroya Sílaveiðufelag í Havnardali, har teir spæla kort.

Hans er giftur við Kirstin, f. Eysturtún, úr Havn, tey eiga tríggjar døtur: Joan og Judith, sum búgva í Havn, og Harriet sum býr í Vestmanna.