Harley væl nøgdur

Harley Bertholdsen var sum heild væl nøgdur, men sigur eisini, at tað var sera óheppið, at Reyða Stjørna fekk eitt mál beint áðrenn hálvleik

Stefan í Skorini


Harley Bertholdsen er ein av teimum garvaður leikarunum, sum hevur verið við í øllum Europa Cup dystunum hjá KÍ. Hann er vanur at fara fram við í álop, tá ið hann spælir við KÍ í heimligu kappingini, men ímóti Reyðu Stjørnu var hann sjáldan at síggja á hinari hálvuni.

- Eg eri væl nøgdur við dystin og gongdina. Vit kundu valt at farið longri fram á vøllin og gjørt tað meira undirhaldandi fyri áskoðararnar, men so hevði úrslitið eisini verið hareftir, sigur Harley.

KÍ var nær við at fara til hálvleik við støðuni 0-0, men Reyða Stjørna skoraði í 43. minutti. Hetta heldur Harley vera sera óheppið, tí at í seinna hálvleiki tóku jugosvarnir seg longur aftur á vøllin, men hevði støðan tá verið 0-0, hevði kanska borið til hjá KÍ at farið í okkurt skjótálop, av tí at jugoslavarnir høvdu tveitt fleiri fólk longur fram á vøllin.

Harley heldur eisini, at tað var umráðandi hjá teimum, at teir ikki vórðu avhølvaðir í fyrra dystinum á heimavølli, tí at teir skulu jú eisini spæla ein útidyst, og tí lógu teir so langt afturi á vøllinum og royndu at halda málið reint.

- Í seinna dystinum ber kanska til hjá okkum at royna okkurt frameftir vøllinum, men tá verður mótstøðan bæði Reyða Stjørna og tann øgiligi hitin, sum er har niðri nú.

Ferðalagið hjá KÍ fer avstað leygardagin til Danmarkar og síðani víðari til Jugoslavia umvegis Budapest mánadagin. Eftir dystin verður farið á venjingarlegu í heimbýnum hjá venjaranum, Tomislav Sivic, sum fyrireiking til seinnu hálvu av landskappingini.