Løgreglan hevur enn ikki funnið út av, hvør framdi ymisku innbrotini, sum herjaðu Havnina fyri nøkrum vikum síðani.
Innbrot vóru millum annað í svimjihøllini, ÍSF-húsinum, HB- og B36-húsinum, FSF-húsinum eins og ymiskum barnagørðum. Í ongum av førunum fingu tjóvarnir fatur á nøkrum av serligum virði.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at hóast løgreglan hevur gjørt nógvar kanningar í málinum og hevur havt fleiri fólk inni til avhoyringar, so er eingin skuldsettur fyri innbrotini.
- Tað hevur tíverri framvegis ikki eydnast okkum at finna út av, hvør hevur framt innbrotini, sigur hann.
Hann sigur, at tað enn er teimum ógreitt, um tað er ein persónur, sum hevur framt øll innbrotini, ella um fleiri fólk munnu standa aftan fyri.
- Vit hava nakrar slóðir, sum vit enn arbeiða við. Okkurt er funnið, sum vit vóna fer at geva okkum eina ábending, men enn hava vit ikki fingið svar av royndunum, sigur Jón Klein Olsen.