Hava lektiukafe í Vági

Næmingarnir í Vágs skúla fáa í næstum lektiuhjálp á Fjarlestrardeplinum

Frá týsdegnum 22. oktober skipar Vágs kommuna í samstarvi við Vágs skúla eina lektiukafe, sum er ætlað næmingum í Vágs skúla frá 1. – 10. flokk.

- Vit fara at avmarka lektiu hjálpina á tann hátt, at vit bert veita hjálp til lærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt og støddfrøði, sigur Elin Tausen, samskipari hjá Vágs kommunu.

Lektiukafein heldur til í húsinum hjá Fjarlestrardeplinum.

Lektiukafein verður opin týsdag og hósdag frá kl. 13 til 15, og børn kunnu koma á Lektiukafeina at fáa hjálp til teirra skúlating.

- Í hølunum eru allir undirvísingar hentleikar, og fara vit eisini at royna og hugna um, við at bjóða frukt og annað gott av og á, meðan skúlatingini skulu gerast, sigur Elin Tausen.

Í Lektiukafeini kemur Elin Tausen, sum hevur lærara útbúgving at verða og veita hjálp til næmingarnar, men eisini fara vit at royna at fáa lærarar sjálvbodnar at hjálpa til nakrar tímar um vikuna av og á.