Hava tit hoyrt

Eg havi hoyrt. Og fleiri við mær kring alt landið. Bæði á Argjum, í Nólsoy, í eysturbýnum og í Kollafirði. Har hava vit hoyrt óljóð og larm. Onkuntíð er tað vanligt óljóð frá vinnu og ferðslu, men aðrar tíðir er tað eitt áhaldandi og sera órógvandi brumm og dun, sum oyðileggur friðin og gerandisdagin heima hjá fólki. Onkur sigur, at hetta má man tola. At hetta er ein natúrligur partur av framburði og virksemi

Vinnan vil sjálvandi  hava arbeiðsfrið at avgreiða sítt, og tað er væl skiljandi. Eins væl skiljandi er, at fólk eru tilvitað um trivnað og finna seg ikki longur í órógvandi larmi. Tíbetur kann man gera okkurt við at loysa trupulleikarnar, so bæði vinna og húski trívast

Skipini, sum liggja við kei og duna við motorinum, kunnu knýtast í landstreym, um kommunan velur at gera íløgu í hesa tænastu. Tað krevur sjálvandi eina játtan á nakrar milliónir, og eitt samstarv við SEV um at veita streymin. Men kommunan eigur milliónirnar, og SEV hevur veitingarskyldu.

So lat okkum koma í gongd við veruligar loysnir upp á trupulleikan, og ikki bara eini lappaloysn við einari mobilari bingju við dieselmotori í. Felagið Heimafriður hevur víst á loysnirnar. Vit skulu seta eldsálirnar saman við fakkunnleikanum, og úr tí fáa veruligar loysnir á trupulleikanum.

Ferðslularmur er eisini ein trupulleiki í kommununi. Alt vegastrekkið gjøgnum Kollafjørð frá norðuri í Sundum inn til Líðina liggur beint framvið bygdum øki. Eitt  áhaldandi sús, sum minnur um flogfør,hoyrist alt døgnið frá bilum á asfalti, sum tykist verða gjørt til at styrkja um óljóðið.

Har eigur ein ljóðverja at verða gjørd allan vegin fram við hesum og øðrum vegum, sum hava hesar trupulleikar. Tað finnast nógvar góðar loysnir til ljóðforðingar, sum verða brúktar í londunum kring okkum. Samstundis skal asfaltið fresast av, og betri dempandi asfalt leggjast á aftur.

Tá vit tosa um trivnað, ella kanska rættari mistrivnað, hjá okkara borgarum, so er ringt at seta eitt krónutal á hvat skal brúkast fyri at loysa trupulleikan. Politikarar og vinnan skulu taka ljóðdálking í álvara, og byrja at loysa trupulleikarnar alt fyri eitt. Býráðið er fyri borgaran.

Set X við Niels á Reynatúgvu,

valevni fyri Javnaðarflokkin.