Hevði tvey tey lægstu tilboðini

Í sambandi við málið um graslíki til nýggja vøllin í Hoyvík, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum, ynskir Birgir Andreasen frá Ide Møblum at gera hesar viðmerkingar:

 

-Tá innkomnu tilboðini til Tórshavnar kommunu vóru latin upp mánadagin 15. august 2016 hjá LBF, var greitt staðfest at vit, sum einasta føroyska felagið, við heimstaði í Tórshavnar kommunu, hevði tvey tey lægstu tilboðini.

 

-Hesi tilboð vóru bíligari enn høvuðstilboðið frá øðrum veitara og bíligari enn alternativa tilboðið frá øðrum veitara. Tí er tað sambært Birgiri Andreasen eisini rætt, at Tórshavnar kommuna sparir munandi av peningi við at taka av bíligasta tilboðnum.

 

-Tilboðið frá okkum var ikki einans bíligast, men DOMO vøllirnir eru frá størsta graslíkis framleiðaranum í Evropa, sum eru sokallaðir FIFA Preffered Producer, sum merkir hægstu FIFA góðkenning.

 

-Vit hava t.d. lagt somu vøllir á í Gøtu og á Tvøroyri við sera góðum royndum. Allir vøllirnar, sum vit hava veitt, hava fingið fulla góðkenning og útgoldnan stuðul frá FSF.  Umframt tað hava vit seinastu mongu árini veitt hópin av graslíkisvøllum runt um í øllum Føroyum, har allir vøllirnir eru góðkendir av FSF.

 

-Saman við DOMO veita vit 10 ára garanti upp á nýggja vøllin og bjóða eitt árligt skipað eftirlit og viðlíkahald av vøllinum.

 

-Vit vóna tí at Tórshavnar kommuna vil taka av bíligasta og besta tilboðnum frá føroyska felagnum, sum hevur virkað í kommununi í heili 37 ár. Tað harmar okkum, at tað nú skal verða sagt, at annar veitari enn Ide Møblar kanska hevur eitt bíligari tilboð. Hetta er ikki rætt, sambært teimum prísum, sum vóru almannakunngjørdir á licitatiónini.

 

-Vit vænta eitt positivt svar frá Tórshavnar kommunu og vænta at kommunan tekur av tilboðnum frá okkum, sigur Birgir Andreasen at enda.