HM: Kap Verde fall við æru móti verandi heimsmeistarunum

Argentina vann harðvunnan sigur á landsliðnum frá afrikanska oyggjalandinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Argentina vann seg víðari til HM-áttandapartsfinalurnar, men teir máttu brúka longda leiktíð fyri at kunna sigra 3-2 á landsliðnum úr lítla afrikanska oyggjalandinum, Kap Verde (Grønhøvdaoyggjar).

 

Tá ein hálvi tími var leiktur sendi Lisandro Martínez bóltin inn til Lionel Messi, ið staddur í brotsteiginum tamdi bóltin væl og hamraði hann í netið til 1-0 til Argentina. Og nú mundi onkur halda, at málveitslan var byrjað, men soleiðis var als ikki. 

 

Eitt korter var leikt av seinna hálvleiki, tá Ryan Mendes sendi eitt innlegg til Deroy Duarte, ið staddur í brotsteiginum fekk bóltin framvið málverjanum, og so kundu grønhøvdabúgvar stórfegnast.

 

Kap Verde helt støðuna, og so mátti longd leiktíð til. Lisandro Martínez, ið hevði lagt upp til málið hjá Lionel Messi fangaði bóltin í høgru síðu av brotsteiginum, og hann meddaði hegnisliga bóltin í netið. Nú mundi onkur halda, at nú hevði Argentina bundið fyri, men so var ikki. Beint áðrenn steðgin í longdu leiktíðini syrgdi Sidny Cabral við einum dreymahøggi fyri, at Kap Verde kom upp á javnleik 2-2. Tá níggju minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini sendi Lionel Messi eitt gott hornaspark inn í brotsteigin, har Cristian Romero megnaði at stúta bóltin í netið til endaliga úrslitið 3-2 til Argentina.

 

Argentina vann seg víðari, men Kap Verde vann øll hjørtuni við teirra hetjuavriki móti verandi heimsmeistarunum. 

 

Týsdagin klokkan 17 spælir Argentina HM-áttandapartsfinalu móti Egyptalandi á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta.

 

Argentina-Kap Verde 3-2 (1-1 - 1-0)

1-0 Lionel Messi ('29 )

1-1 Deroy Duarte ('59 )

2-1 Lisandro Martinez ('92 )

2-2 Sidny Lopes Cabral ('103)

3-2 Cristian Romero ('111)

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá minniliga dystinum millum Argentina og Kap Verde. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix