Hvør lumpar hvønn?

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
---------

Í viðtalu við Dimmalætting fríggjadagin heldur løgmaður, at øll tann føroyska fakfelagsrørslan hevur latið seg lumpa av pensjónsfeløgunum. Heldur enn at niðurgera fakfelagsrørsluna hevði tað verið meira virðiligt av løgmanni at steðga á og spurt seg sjálvan, hví mótstøðan frá fakfeløgunum er so stór.

Lønarskatturin er ov høgur
Lat meg byrja við einari staðfesting. Eisini vit í Javnaðarflokkinum hava seinastu tíðina ført fram, at lønarskatturin er ov høgur í Føroyum. Tí vil Javnaðarflokkurin meira enn fegin vera við til at lækka skattin á lønir. Javnaðarflokkurin hevur tó tvinnar ófrávíkiligar treytir til eina skattaumlegging.

Fyri tað fyrsta skal ein skattalætti fremst av øllum koma teimum til góða, sum hava størsta tørvin á einum lætta. Tað eru ikki inntøkurnar omanfyri milliónina, ið tørva skattalætta. Nei, hinvegin eru tað lág- og meðalinntøkurnar. Tað eru hesir inntøkubólkar, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka í gerandisdegnum.

Í øðrum lagi má skattaumleggingin vera fult fíggjað. Politiska skipanin stendur í dag yvirav einari stórari avbjóðing. Landskassin hevur hall á umleið 500 milliónir kr., og stórar avgerðir skulu takast komandi árini, um búskapurin skal fáast aftur á beint. Tá støðan hjá landskassanum er so hættislig, má tað vera greitt fyri ein og hvønn, at tað er ábyrgdarleyst at geva ófíggjaðar skattalættar fyri fleiri hundraðtals milliónir krónur.

Er flatskattaskipanin fíggjað?
Løgmaður hevur fleiri ferðir seinastu vikurnar sagt, at skattalættin skal vera fult fíggjaður. At skatta pensjónir við inngjald heldur enn við útgjald, gevur tó ikki landskassanum nýggjar inntøkur. Talan er einans um at framskunda nakrar inntøkur.

Samgongan framskundar inntøkur, sum annars vóru ætlaðar at fíggja tær øktu útreiðslurnar, sum landskassin fær innan eldraøkið komandi árini. Tað ber ikki til at brúka somu krónur tvær ferðir og tí fara hesar kærkomnu krónur at mangla í framyvir.

So harra løgmaður, samstundis sum tú sigur, at skattalættin skal verða fult fíggjaður, er samgongan hjá tær væl ávegis at gjøgnumføra ein skattalætta, sum als ikki er fíggjaður.

Verður vælferðarsamfelagið avmonterað?
Løgmaður hevur fleiri ferðir seinastu vikurnar sagt, at tað kemur ikki uppá tal, at avmontera vælferðarsamfelagið.

Flatskattaskipanin hjá samgonguni kostar landskassanum smáar 300 hundrað milliónir krónur árliga. Hetta svarar nøkunlunda til tað, sum tað kostar at reka røktarheimini, sambýlini og heimarøktina í dag.

Tá skatturin av inntøkum hjá komandi ættarliði av pensjónistum verður brúktur til ein skattalætta í dag, kann hesin peningur ikki brúkast til tað, hann annars var ætlaður; nevniliga at fíggja øktu útreiðslurnar, sum landskassin eyðsæð fær innan eldraøkið komandi árini.

Flatskattaskipanin skapar tí eitt stórt hol í landskassan. Um landið ikki skal fara av knóranum, er neyðugt at fylla holið aftur. Tá eru ikki aðrir møguleikar enn antin at avtaka vælferðartænastur ella at seta í verk brúkaragjøld fyri at fíggja okkara heilsuverk, almannaverk og skúlaverk. Hetta fer serliga at raka teir lægru inntøkubólkarnar sera meint.

So harra løgmaður, samstundis sum tú sigur, at tú ikki ætlar at avmontera vælferðarsamfelagið, er samgongan hjá tær væl ávegis at gera júst hetta.

Økir flatskattaskipanin gjónna millum rík og fátøk?
Løgmaður hevur fleiri ferðir seinastu vikurnar sagt, at samgongan ikki vil økja gjónna millum rík og fátøk.

Flatskattaskipanin leggur upp til at ein arbeiðari við eini mánaðarinntøku á 20.000 krónur fær 115 krónur í skattalætta. Ein mánaðarinntøka á 50.000 krónur fær 4000 krónur í skattlætta og ein inntøka á 100.000 krónur fær 8.000 krónur í skattalætta mánaðarliga.

Samgongan sigur, at endamálið við flatskattaskipanini er at seta ferð á búskapin og nýtsluna hjá føroyingum. Eydnast hetta samgonguni, fáa vit mest sannlíkt prísvøkstur, Tá verður lítli skattalættin til tey lágløntu væl og virðiliga etin upp í prísvøkstri.

So tað er ikki bara tann ríki, ið verður ríkari, men sanniliga eisini tann fátæki, ið verður fátækari

So harra løgmaður, samstundis sum tú sigur, at ætlanin ikki er at økja gjónna millum rík og fátøk, er samgongan hjá tær væl ávegis at gjøgnumføra júst hetta.

Hevur tað nakran týdning, hvussu pensjónin verður skattað?
Løgmaður hevur fleiri ferðir seinastu vikurnar sagt, at tað ongan týdning hevur fyri einstaka uppspararan, um pensjónin verður skattað við inngjald ella við útgjald.

Um pensjónirnar verða skattaðar við inngjald ella útgjald hevur í prinsippinum ongan týdning reint tekniskt, um allar fortreytirnar eru tær somu. Fortreytirnar hjá samgonguni eru tó ikki tær somu. Her er eitt dømi:

Ein arbeiðari við eini inntøku á 20.000 krónur um mánaðin, sum sparir 15 prosent av sínari løn upp til pensjón (lívrenta) verður eftir galdandi skattaskipan skattaður við 27 prosentum, tá pensjónin verður útgoldin. Ætlanin hjá samgonguni er, at skatta somu pensjón við 40 prosentum. Tað vil siga at skattaprosentið hækkar við 13 prosentum, ella pensjonisturin skal rinda 1400 krónur meira í skatti um mánaðin.

Tá upphæddin, sum pensjónsfeløgini koma at ráða yvir, næstan verður hálverað, samstundis sum pensjónsfeløgini fáa tvífalt so nógvar policur at umsita, er tað ikki ósannlíkt, at umsitingargjøldini fara at hækka, og fer hetta at kosta einstaka uppspararanum dýrt.

So harra løgmaður, samstundis sum tú sigur, at uppspararin ikki fer at kenna mun av broytingini í pensjónsskattingini er samgongan hjá tær væl ávegis at broyta skattingina av pensjónum soleiðis, at tey lágløntu fara at fáa munandi minni í pensjón.

So harra løgmaður...
Onki hevur fakfelagsrørslan latið seg lumpa av pensjónsfeløgunum. Heldur er tað løgmaður, ið hevur latið seg lumpa av Jørgeni Niclasen og Fólkaflokkinum. Og tað er rættiliga ræðandi, at vit hava ein løgmann, ið so lætt letur seg lumpa.