– Bygdin er í sjokk, fólk eru sera kedd, og tilburðurin leggur ein dempara á gerandisdagin, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Hon hevur onga familju í bygdini, men hevur búð í Hvalba í 11 ár og starvast sum skúlastjóri. Í starvinum kemur hon tí í samband við hvørt tað einasta barn í bygdini og familjur teirra. Mánadagin um eina viku letur skúlin uppaftur eftir summarfrítíðina.
– Tað eru ikki nógv ár síðani ungi maðurin, ið nú er skuldsettur fyri manndráp, gekk í okkara skúla, staðfestir Elsa Birgitta P. Petersen hugtung á málinum.
Syrgiligi tilburðurin leygardagin er enn so feskur, at skúlastjórin hevur ikki eina greiða mynd av, hvussu fyrsti skúladagurin verður.
– Skúlin hevur tilbúgvingarætlanir fyri tær kreppustøður, sum kunnu viðkoma børnum, og vit hava góð starvsfólk, ið duga at taka sær av slíkum støðum. Saman við teimum fari eg nú at finna útav, hvussu vit skulu handfara hesa støðuna, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Skúlastjórin greiðir frá, at í einari lítlari bygd sum Hvalba kenna øll hvønnannan, og syrgiligi tilburðurin setir síni spor. Elsa Birgitta P. Petersen hevur tó lítlan hug at seta orð á, hvussu hon sjálv reageraði, tá hon frætti um tilburðin.
– Nei, tað haldi eg fyri meg sjálva, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, sum kennir væl unga mannin, ið nú er varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri morð.
36 ára gamli Hjalmar Holm, ið lat lív í tilburðinum, hevur somuleiðis røtur í Hvalba.