Ingeborg kann einki gera

Ingeborg Vinther heldur seg til sín sáttmála

Hon plagar ikki at siga so lítið. Men forkvinnan í Føroya arbeiðarafelag vil ikki gera viðmerkingar til tey nógvu rósandi orðini til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá formanninum í Havnar arbeiðsmannafelag, Hans Joensen. Eiheldur vil hon gera viðmerkingar til, um hon heldur tað vera rætt, at maskinmeistararnir samráddu seg til eina størri lønarhækkan enn arbeiðarafeløgini fingu fyrr í ár
- Eg ætli mær ikki út í eina diskussión um hatta, sigur hon.
Føroya arbeiðarafelag heldur sum útgangsstøði, at tað ikki er heppið, at løgtingið lóggevur á slíkan hátt sum mikudagin. Men aðrar viðmerkingar enn tað, hevur forkvinnan í størsta arbeiðarafelagnum ikki.
-        Vit hava gjørt ein sáttmála. Tað er tann veruleiki, vit mugu halda okkum til. Vit fáa ikki gjørt annað, sigur Ingeborg Vinther.