Inntøkurnar í Sandoy minkað

Bara í Húsavíkar kommunu er skattainntøkan størri í ár, enn hon var í fjør

Skattainntøkurnar í Sandoy eru lakari í ár, enn tær vóru tað í fjør. Tað eru fýra kommunur í Sandoy, og tann einasta av teimum, har skattainntøkan er størri higartil í ár, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør, er í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík og Dal.

Í hinum trimum kommununum – Sands, Skopunar og Skálavíkar – eru inntøkurnar lægri í ár, enn tær vóru tað í fjør.

Størsta afturgongdin er heima á Sandi, har inntøkan tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er 8,07 prosent lægri í tíðarskeiðnum januar og til oktober í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør. Í ár var inntøkan 10.048.042 krónur, sum er 882.534 krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Í Skopun er inntøkan 1,92 prosent ella 191.354 krónur lægri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør. Inntøkan í Skopun fyrstu tiggju mánaðirnar í ár er 9.750.788 krónur.

Í Skálavíkar kommunu er afturgongdin 2,63 prosent ella 89.398 krónur. Inntøkan higartil í ár er 3.312.117 krónur.

Í Húsavík er fyribils skattainntøkan hægri, enn hon var tað í fjør. Vøksturin er 3,76 prosent, ið svarar til 94.073 krónur. Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár er inntøkan í Húsavíkar kommunu 2.595.704 krónur.