Ivast í um samgongan kann halda fram

Miðflokkurin vil hava fund í samgonguni

Steffan Klen Poulsen høgrumegin, og Bill Justinussen, tingmenn fyri Miðflokkin

Nú seinnapartin hevur leiðslan í Miðflokkinum hevur havt fund um politisku støðuna nú uppskotini um sammóður eru samtykt við hjálp av trumum atkvøðum úr samgonguni. Tey siga, at Miðflokkurin hevur hildið orð og hevur í øllum verið loyalur móti samgonguskjalinum, sum segð, at eingi mál skulu fremjast uttan at samgongan er samd um tað.

 

– Staðfest varð tó, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava framt eitt so mikið stórt álitisbrot á samgonguskjalið, í einum av mest grundleggjandi málum Miðfloksins, at ivi er, um samgonguni er lív lagað.   

 

– Flokkurin heitir tí á samgonguflokkarnar um at møtast til fund at umrøða, um grundarlag er fyri at halda fram við samstarvinum, sigur Miðflokkurin í fráboðan. Annars hevur Miðflokkurin boðað frá, at verða uppskotini um sammøður samtykt við hjálp frá tinglimum úr samgonguni, er samgongan slitin.

 

 

 

 

 

 

 

Vinarliga

 

Ólavur í Geil, skrivari

 

Steffan Klen Poulsen høgrumegin, og Bill Justinussen, tingmenn fyri Miðflokkin