Jónas fegnast um 200 dystir á besta liðnum

(Ljóðsamrøða og kykmynd) Hoyr samrøðu við Jónas Stenberg, AB, og síggj kykmynd av heiðursløtuni her

Aftaná 2-2 javnleikin millum AB og EB/Streym úti í Vika á Argjum handaði formaðurin í AB, Erling Ellendersen AB-liðformanninum Jónasi Stenberg eina áminning, og eitt blómutyssi, fyri at staðfesta, at Jónas Stenberg nú hevur spælt 200 dystir fyri besta mansliðið hjá AB.

 

Løtan, tá Jónas Stenberg varð heiðraður sæst á hesari leinkjuni: https://www.youtube.com/watch?v=__FetYh356k&feature=youtu.be

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum in.fo/Rás2 gjørdi við Jónas Stenberg aftaná dystin. Jónas fegnast um teir 200 dystirnar, men var minni nøgdur við úrtøkuna hjá AB í dag.