Kaupthing gongur undan

Evropisk partabrøv uttan váða er nýggj skráseting á Virðisbrævamarknaði Føroya. Virðisbrøvini frá Kaupthing eru tryggjað ímóti halli, og fleiri fyrimunir fáast við skrásetingini á VMF

Tíðindaskriv

Kaupthing slóðar fyri og gongur undan fyri at fáa føroyska virðisbrævamarknaðin at virka eftir ætlan. Kaupthing gjørdi fyrstu skrásetingina á Virðisbrævamarknaði Føroya, og nú stendur Kaupthing eisini fyri teirri næstu: Evropisk partabrøv uttan váða.

Evropisk partabrøv uttan váða er eitt 3-ára lánsbræv, sum tryggjar ílagdu upphæddina og gevur 70% av hækkingini í evropiska partabrævavísitalinum Dow Jones Eurostoxx 50. At íløgan er tryggjað merkir, at í minsta lagi øll tann áljóðandi upphæddin fæst aftur, tá ið lánsbrævið fer úr gildi. Gildistíðin er frá mai 2006 til mai 2009.

Íleggjarin fær fleiri fyrimunir, nú virðisbrævið er skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya. Eitt nú letur hetta upp fyri, at virðisbrævið kann brúkast til eftirløn. Tú kanst til dømis seta ein part av tíni samanspardu 60 ára kontu ella kapitaluppsparing í Evropisk partabrøv uttan váða, so vinningurin stuðlar upp undir tína eftirløn. Hetta er sostatt ein rættiliga áhugaverd samansparing hjá teimum, sum vilja hava eitt størri avkast, enn innlánið í peningastovni gevur. Samstundis er íløgan tryggjað móti halli.

Skrásetingin á virðisbrævamarknaðinum hevur harafturat við sær, at íløgan kann fylgjast á heimasíðuni hjá virðisbrævamarknaði Føroya, vmf.fo, so íleggjarin sær, hvussu tað gongst við íløguni.

Kaupthing Virðisbrævameklarafelag leggur stóran dent á at framleiða egnar vørur, sum hóska til tørvin hjá íleggjarum í Føroyum. Gongdin í Evropiskum partabrøvum uttan váða er tengd at 50 teimum størstu feløgunum í Evropa, og teirra millum eru so kend nøvn sum Deutsche Bank, Nokia, Siemens, Renault og Total Fina Elf. Hetta eru feløg, sum føroyingar kenna.

Í løtuni eru evropisk partabrøv bíligari enn partabrøv úr øðrum heimspørtum, og tað økir sannlíkindini fyri, at tað gongur halltryggjaðu íløguni væl næstu árini. Virðisbrævið kann eisini seljast í úrtíð. Tað merkir, at virðisbrævið kann handlast, um vinningurin gerst serliga stórur í tíðarskeiðnum, ella neyðugt verður at sleppa sær av við tað av onkrari orsøk.

Evropisk partabrøv uttan váða kunnu keypast hjá Suðuroyar Sparikassa ella Kaupthing Virðisbrævameklarafelag.