Kristian Joensen helst verandi í NSÍ

Tá NSÍ stutt undan jólum heintaði Andras Gango afturat hópinum, var orsøkin tann at Kristian Joensen skuldi royna seg í donskum fótbólti. Kristian var í november og vandi við AB í 1.Division, har partarnir vóru ógvuliga nær við at gera sáttmála.

 

Stutt eftir hetta broyttist støðan tó eitt sindur, tá stórfelagið Brøndby meldaði seg í kappingina um Kristian. Brøndby manglaði eykamálverja, og tí bjóðaðu teir Kristian til royndarvenjing, har Kristian gjørdi tað so mikið væl, at hann var bjóðaður við teimum á venjingarlegu í Dubai. 

Kristian letur væl at venjingarleguni og uppihaldinum í Brøndby "Tað var eitt fínt upplivilsi at venja við Brøndby. Í Dubai vóru umstøður og venjingar góðar, har vit vandu tvær ferðir um dagin. So kropsliga fekk eg nógv burturúr venjingunum".

Tað spurdist tó ikki sáttmáli burturúr í Brøndby, og tá Kristian kom aftur úr Dubai, hevði AB heinta ein annan málverja inn.

 

 

Tí var støðan eitt sindur serlig, tá Kristian kom aftur til Føroyar. Men nú tykist sannlíkt at Kristian Joensen heldur fram sum NSÍ málverji.

"Sum støðan er nú, spæli eg við NSÍ í 2014.", sigur Kristian Joensen í stuttari viðmerking til in.fo.

Sostatt hevur NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen 2 góðar málverjar at ráða yvir, tá Effodeildin fer av bakkastokki um ein góðan mánað.

 

21 ára gamli Kristian Joensen hevur seinastu 2 árini leikt 60 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, umframt verið fastur partur av A-landsliðnum og U-21 landsliðnum.