Landleiðin roynist svikalig

Partrolararnir, sum fiska upsa, hava hampiligan fiskiskap. Teir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Trý pør eru framvegis á gulllaksaveiði og eru soleiðis ikki við í upsafiskiskapi.

Bert tveir djúpvatnstrolarar - ella eitt par - er á upsa-og svartkalvaveiði undir Føroyum í løtuni. Ætlandi landa teir í morgin.

Ein djupvatnstrolari er undir Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva og kongafisk. Teir frysta umborð.

Ein djúpvatnstrolari er eisini á djúpum vatni undir Føroyum og fiskar stinglaks. Teir landa veiðina uttanlands.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trolbátarnir, sum eru til fiskiskap, helst koma inn at landa í morgin.

- Onkrir av teimum, sum eiga trolbátar, umhugsa at partrola eftir upsa, tí fiskiskapurin á landleiðini er so vánaligur, og fiskaprísirnir eru einki at reypa av.