Kaj Leo Johannesen
Enn einaferð fluttu vit føroyskan politikk niður á danating í staðin fyri at finna semjur her heima, og so standa saman úteftir. Sama skilið var, tá løgtingið viðgjørdi sama uppskotið (løgtingsmál nr 66) sum er ríkislógartilmæli um at niðurkapitalisera íleggingargrunnin við 365 mill. krónum (ikki 366, men 365 mill krónum) fyri endiliga at fara í gongd við at útbygja flogvøllin, soleiðis at vit kunnu fáa eina útbygging sum lýkur altjóða krøv, og sum ger at flogvøllurin kann nøkta tey krøv sum ferðandi seta í dagsins samfelag.
Hesin ríkisfelagsgrunnur, ella Íleggingargrunnur, ella 60 millióna grunnur, (kært barn har mange navne) sum var stovnaður í 1964, hevur uttan iva verið størsta átak fyri útbyggingini av tí føroyska samfelagnum, og er tað millum annað hesin grunnur sum hevur æruna av, at vit í dag eru millum heimsins ríkastu lond. Her má sigast, at føroyskir politikarar hava verið framskygdir og hava duga at sæð tann ovurhonds stóra tørv, sum tá hevur verði til útbyggingar av samfelagnum, men sum so sanniliga eisini hevur verði væl brúktur eisini til dagin í dag.
Vegir, berghol, útbyggingin av el-orkuni og annað hava fingið fígging úr grunninum, og Atlantic Airways fekk stórt lán, sum bjargaði felagnum undan húsagangi. Bankakreppan í 90-unum fór eisini við einum stórum láni úr grunninum.
Fólkatingið játtaði grunninum tilsamans 140 mill. krónur yvir 16 ár, og við rentuvinningi er hetta blivið til eina stóra upphædd.
140 mill. krónur rindaði “vaskikonan á Vesturbrúgv” í grunnin, og tað er eisini frá henni, at Norðuratlantsbólkurin fær tann peningin, sum verður nýttur til at greiða føroyingum frá, hvussu skaðiligur ríkisfelagsskapurin (eisini Íleggingargrunnurin) skal vera fyri Føroyar.