Leikur gleða neyðstødd børn

Fimta árið á rað hevur Elin Mouritsen staðið uttanfyri Idé-húsið í Havn og tikið ímóti leikum, sum hon letur til neyðstødd børn ymsastaðni í heiminum

Elin Mouritsen hevur nú í fimm ár staðið fyri at savna leikur inn til neyðstødd børn ymsastaðni í heiminum. Tað er vorðið eitt av hennara hjartamálum, og hon letur sera væl at undirtøkuni. Leikurnar eru farnar nógva ymsastaðni. Til Rumenia, til børn í flóttafólkalegum í Kosovo, Albania og Filippinunum. Tað er tó ikki endaliga avgjørt enn, hvar leikurnar fara í ár.
? Tað koma sera nógvar leikur inn, og tað gjørdi tað eisini hesuferð. Og hevði tú vitað, hvussu nógvar góðar og positivar søgur eg fái, meðan eg standi soleiðis. Fólk eru so glað fyri at geva, sigur Elin Mouritsen, sum er heilt hás á málinum, tí tað var sera kalt henda leygardagin Leikadagurin var.
Hon sigur, at hon fær nógvar rørandi søgur um, hvussu børnini hava sjálvi verið við til at velja leikur burturúr. Foreldrini hava sett seg niður saman við teimum og greitt teimum frá, at nú tey ikki nýta leikuna meira, so er ongin orsøk til at koyra hana burtur, men heldur lata hana til Elina, sum so syrgir fyri, at eitt barn, sum onga leiku eigur, kann fáa júst teirra leiku.
Elin byrjaði við Leikadegnum fyri fimm árum síðani. Hon hevur ofta hugsað um, hvat hon kundi møguliga gera fyri at hjálpa neyðstøddum børnum runt um í heiminum, og ein dagin hon var og vitjaði mammu sína, kom hugskotið um at geva leikur.
? Eg veit væl, at ein bamsa ikki mettar eitt barn, men hugsa tær eyguni í einum barni, sum kanska ongan góðan eigur, tá tað fær eina bamsu at klemma og halda um, sigur Elin.
Ikki vápn
Leikadagur 98 er 3. mai á hvørjum ári. Elin átti ein lítlabeiggja, sum æt Bogi. Hann lat lív sum 11 ára gamal.
? Bogi var eitt barn, sum altíð vildi hjálpa øðrum, so tað er líka sum í hansara anda, at eg gjørdi av, at dagurin skuldi verða 3. mai, sum er hansara føðingardagur, greiðir Elin frá.
Hon fegnast um, at fólk eru so positiv og koma við so nógvum ymsum leikum. Elin hevur tó sett sum treyt, at hon helst ikki vil hava leikur, sum eru vápn. Spurd um hetta, hevur Elin eitt greitt svar og eina greiða støðu til tað.
Børnini, sum fáa hesar leikur, eru børn, sum eru sera traumatiserað av kríggi og øðrum ógvusligheitum. Og eg orki ikki tankan um, at okkurt barn fær eina leiku, sum kann koyra tað í eitt trauma. Og at tann leikan er komin frá mær, tað orki eg stutt sagt ikki at hugsa um, og tí vil eg heldur ikki taka nakran møguleika, sigur Elin.
Hon vísir eisini á, at tað kanska eru børn, sum hava sæð teirra nærmastu verða skotin niður beint fyri eygunum á teimum, og so er tað ikki so heppið at fara at senda teimum leikur, sum einans vekja øll tey ræðulig minnini uppaftur.
Elin arbeiðir tó ikki einsamøll við hesum tiltakinum. Hon hevur eitt gott samstarv við Birgir Andreasen, sum tekur sær av at fáa leikurnar fram til tað staðið, tær skulu. Men Elin sigur, at tað gerst alt meiri trupult at sleppa inn í londini við leikunum, so hon nú hevur umhugsað at seta seg í samband við UNICEF og møguliga fáa tey at taka yvir.
- Tað verður alt ov strævið og tíðarkrevjandi fyri Birgir og hansara menn at taka sær av hesum, so tað hevði verið deiligt, um eg kundi fingið eitt samstarv við UNICEF, sigur Elin, sum tó ikki hevur sett seg í samband við tey enn. Hon veit ikki, um tað ber til, men hon fer at royna.
Fyri heilt stuttum var ein sending í sjónvarpinum um UNICEF. Prinsessa Alexandra er júst vorðin ambassadørur fyri UNICEF, og í tí sambandinum var henda sendingin í sjónvarpinum. Elin sigur, at í tí sendingini tosaði ein sálarfrøðingur um, at tað besta ein kann geva einum traumatiseraðum barni eru leikur.
? Tá hugsaði eg við mær sjálvari: Hygga nú! Nú gongur alt upp í eina eind, sigur Elin Mouritsen, sum aftur fer at savna leikur inn Leikadagin 98, sum verður aftur tann 3. mai komandi ár.