Stefan í Skorini
????
Shakin´ Stevens er sera væl umtóktur í Norðurlondum, og tað var í Danmark, at hansara síðsta savnsfløga fyrst varð givin út. John Christoffersen tekur sær av Shakin´ Stevens í Norðurlondum.
- Eg eri í veruleikanum ikki serliga bilsin av, at Shakin´ Stevens framvegis selur fløgur í stríðum streymum. Hann var nevniliga so framsíggin, at hann gavst, meðan hann enn var á tindinum, tá hann framvegis kundi fylla stórar hallir og savna stórar mannfjøldir til sínar konsertir, sigur John Christoffersen.
- Nógvir tónleikarar spæla fyri stórum fjøldum, men so fjarðar undirtøkan so spakuliga út, og teir enda við at spæla á heilt smáum støðum. Men av tí at Shaky steðgaði á toppinum, kann hann trína aftur á tónleikapallin eftir langan steðg, og fólk streyma til konsertirnar.
Men hvat er tað nágreiniliga, sum ger, at hann framvegis er á toppinum?
- Tónleikurin hjá honum er rættiliga tíðarleysur. Hetta er rock n´ roll beint út eftir landavegnum. Vit síggja í kvøld, at hann kann undirhalda 20.000 áhoyrarum á plenuni í Tivoli. Tá hann fyrst hevur víst vegin, so eru fólk við, sigur John Christoffersen.
- Nógir aðrir tónleikarar megna heilt einfalt ikki at levera vøruna, tá teir eru komnir nakað upp í árini, men so er ikki við Shakin´ Stevens. Tað eru nógv dømir um sangarar, sum hava verið eins høgt í metum sum Shakin´ Stevens, men tá teir royna at trína aftur á pallin eftir ein steðg, eru teir ikki førir fyri at framføra á sama støði, sum teir vóru vanir.