86 ára gamla Margreta hevur gjøgnum árini fingið fleiri skurðviðgerðir og hevur eisini verið innløgd fleiri ferðir.
Millum annað hevur hon verið skurðviðgjørd í knøum fleiri ferðir vegna slitgikt, fingið viðgerð fyri krabbamein og verið undir stórari ryggskurðviðgerð.
Í ár hevur hon eisini verið innløgd við hjartakrampa og fekk tá eina ballónvíðkan av hjartapulsæðrini.
Nú er hon innløgd aftur vegna eina størri blóðsavning í við mjødnina eftir at hon áður er dottin.
Fakta um heilsustøðuna hjá Margretu:
- 1992: Knæskurðviðgerð vegna slitgikt
- 1993: Meniskskurðviðgerð
- 1994: Skurðviðgerð fyri krabbamein í undirlívinum
- 2001: Knæskurðviðgerð vegna slitgikt
- 2003: Ryggskurðviðgerð vegna spinalstenosu
- 2006: Skurðviðgerð fyri brokk
- 2007: Knæskurðviðgerð vegna slitgikt
- 2018: Lasaraviðgerð fyri grástær
- 2023: Størri ryggskurðviðgerð
- 2024: Innløgd eftir fall
- 2025: Innløgd við forkøling
- 2026: Innløgd við hjartakrampa
- 2026: Innløgd vegna blóðsavning við mjødnina












