Mentan og útbúgving – skúlin sum mentanarberi

Tað er ein sannroynd, at alt fleiri foreldur ikki hava tíð ella møguleika at vera saman við børnum í tí sum eyðkennir lívi í heimstaðnum - tað veri seg á sjógvi ella landi.

Her kann skúlin gera sítt til, at øll børn fáa møguleika, saman við vaksnum, at fáa innlit í og royna ymiskt, ið tey kanska ikki fingu høvi til, um tað ikki var í skúlanum.

Tað eru skúlar, sum hava hetta sum ein part av skúlagongdini, og av tí sama, umframt so mangt annað, eru týdningarmiklir mentanarberar.

Hetta er, ikki minst, eisini galdandi fyri smáu skúlarnar.

Slík tiltøk eiga at fáa neyðuga játtan.


Jóan Petur Joensen

Valevni hjá Sambandsflokkinum

Úr Norðsjónum, 13.03 2026.