Mikaela er fødd 20. januar 1950. Foreldur hennara vóru Kamma og Jógvan Debess á Tinghúsvegnum í Tórshavn.
Í 1968 giftist hon Hanusi Højgaard, sonur Louis og Ásu Højgaard, Yviri við Strond í Tórshavn, og saman eiga Mikaela og Hanus 4 børn, Louis, Maiken, Jógvan og Hanus. Ommu- og abbabørnini eru 8 í tali.
Mikaela hevur í mong ár starvast á lønardeildini á Landssjúkrahúsinum.
Dagurin verður hildin leygarkvøldið saman við familjuni í heimi teirra Yviri við Strond.
Vit ynskja Mikaelu hjartaliga til lukku við degnum og takka henni hjartaliga fyri alt tað, hon er fyri økkum øll.
Børn og svigarbørn