Minningarorð um Kathrinu Lognberg

f. Mortensen.

Kathrina var av Argjum og vaks upp har.

Fyrst í februar andaðist Kathrina á Sambýlinum Skerinum í Skopun, hon varð 94 ára gomul.

Kathrina og Ásmund, sum var úr Skopun, giftust í 1948, tey fingu trý børn, Nannu, Jákup Andrias og Kajsten. Har eru komin bæði ommu/abbabørn og langommu/-abbabørn.

Kathrina var gumma mín. Hvat minnist eg til hesa so sera stillu og fryntligu konu, jú, bara gott. Eg tori at siga, at frá eg var pinkalítil til 15 ára aldur, var eg hvønn einasta dag inni hjá henni. Tær hendinga ferðir mamman var av oynni, so var einasta staðið, eg vildi vera, var hjá gummuni, og eg hevði tað altíð sera gott.

Eg tosaði við ein mann á keiini, sum er nakað eldri enn eg, vit tosaðu um ymiskt, har ímillum gummuna, tá segði hesin maðurin, ja, eg fekk altíð einar skóleistar frá henni, tá eg fylti. Tá hugsaði eg, ja gumman, man kann lýsa teg sum skriftin sigur: vinstra hondin veit ikki hvat høgra ger! Tí eg veit at soleiðis var hon.

Tú skuldi ikki tosa leingi við Kathrinu, tá tú merkti at hetta var ein kvinna við stórari vitan.

Gumman var ein, sum var lítillátin men kærleiksfull, tað lýsti av henni. Ongantíð kom hon á gott uttan, hon hevði okkurt við, soleiðis var hon.

Tá ið gumman fekk vitjan av Argjum, var eg altíð sera spentur, serliga tá Hanna, fastir Kathrinu, kom. Hon hevði sama lyndi sum gumman, hon hevði altíð okkurt gott suður við til okkum systkinni. Hon kom altíð á gátt hjá okkum, tí mamma mín og hon kendust væl. Mamman hevði arbeitt á Argjum

Sum er nevndi fyrst, varð Kathrina gift við Ásmund Lognberg, hann var av raskastu monnum, hann sigldi øll kríggsárini við Marshall, sum svágur hansara Ernst hjá Andriasi, førdi. Ásmund var pápabeiggi mín.

Eftir kríggi sigldi Ásmund við týskum trolarum, tað gjørdu føroyingar eftir kríggið, hann tosaði ofta um tíðina við týskarunum. Ásmund dugdi væl at siga frá, tað hevði hann ikki frá fremmandum.

Í Ravnsoynni var Ásmund nógv, hann róði út við Harðaberg, teir fiskaðu altíð nógv. Eg haldi, at hann var okkurt árið við Fiskakletti, hann spardi seg ikki, har hann var til arbeiðis.

Tá virkið Sólarís varð stovnað, var hann ein av undangongumonnum, saman við øðrum eldsálum úr bygdini, og stóð virkið liðugt 17. Februar 1968, hetta var eitt ordans tak. Ásmund sat í nevndini í nógv ár.

Sum eg minnist tað, gingu Ásmund, Jacob Eli og Gunnleif runt og teknaðu pening, teir sum vóru í útróðrarfelagnum goldu tann vegin, men teir ungu dreingirnir, sum ikki høvdu ella vóru komnir í felagið, goldu, eg minnist ikki heilt, men haldi tað var einar 600 kr.

Seinni keypti Ásmund, saman við Tórolv, Salli, Herman og Odvald, 40 tonsaran Harðaberg og drivu teir hann í nógv ár, og førdu nógvan fisk til virkið.

Ásmund var eisini sýsluformaður í Sandoyar Sýslu fyri Fiskimannafelagið í nógv ár.

Jú, Kathrina og Ásmund livdu eitt langt lív saman og heimið stóð sum eitt prýði. Hann stríddist á sjónum og hon stríddist heima, tí konuranr vóru nógv einsamallar við børnunum. Á tann hátt hekk ein stór ábyrgd á konunum og megnaðu tær tað til fulnar.

Seinastu árini hevði Ásmund heimaseyð, sum hann gekk høgt upp í, tí alt sum hann hevði um hendið varð gjørt ordiligt og seyðurin var einki undantak

Góða gumman hvíl í friði. Góðu børn, ommu/abbabørn og langommu/langabbabørn, eg veit at tit hava bara góð minnir um tykkara foreldur, somuleiðis ommu/abba og langommu/langabba.

Gerhard

##med2##