Vit fingu at vita, at tá heimahjálp og heimasjúkrasystrar vóru lagdar saman í ein bólk, so fór alt er vera betur, men ak og ve, tað hevur bara gingið øvugtan veg. Vit, sum heimahjálpir, eru bara skerdar og skerdar, hóast vit altíð hava klárað okkum við tað játtan, okkum varð latin.
Her í Eysturoynni er hvørki stuttligt ella gott at blíva gamal, tí næstan eingin heimahjálp er eftir. Vit eru vitandi um fólk, sum eru frá 83-85 til 94-95 ára gomul, ið ikki fáa hjálp, vit spyrja, hvat hetta endar við.
Ein annar spurningur er, hvat er røkt og hvat ikki. Tað hevur verið trútta í okkum, at reingerð er ikki neyðug. Álvaratos, tit sum stíla fyri, hugsi tykkum um. Høvdu tit sjálvi viljað sitið dag eftir dag, viku eftir viku, mánað eftir mánað og eingin gjørdi reint. Vit hugsa ikki tit høvdu verið glað. Nógv eru einsamøll, onnur eru brekað, tey fáa ikki gjørt reint. Tað var ein óbótagerð at leggja saman, tí tað er ongantíð gott, at bara lærd fólk skulu stýra, tí tey flúgva alt ov høgt og síggja bara tað, sum stendur á einum pappíri og ikki menniskja aftanfyri.
Í útvarpinum hoyrdist nú um dagarnar, at løgtingsmenn skuldu hava meira løn, ja ikki minni enn einar 30.000 kr. um mánaðin. Ein heimahjálp fær sjálvdan meira enn einar 8.000-10.000 um mánaðin. Teir sum búgva langt frá Havnini fáa umframt einar 90.000 kr. um árið skattafrítt.
Vit eru nógvar, sum ikki tjena so mikið um árið, álvaratos hugsi tykkum og farið fram við varsemi.
Tá ein arbeiðir sum heimahjálp og hevur gjørt tað í fleiri ár, og í arbeiðnum hevur fingið at vita, alt tað ein skal hjálpa teimum gomlu, einsamøllu og sjúku við (undantikið nøkur fá ting, sum vit ikki máttu) tá hevur ein sum oftast verið nøgd við arbeiðið, tí at tú hevði gjørt tað, sum tú kundi.
Nú er vend komin í, síðan samanleggingina og navnabroyting til heimarøkt, so versnar fyri hvønn mánað, sum gongur. Fleiri hava mist alla reingerð, og tíðin hjá brúkaranuer í mongum førum settniðu rí ein 1/2 tíma. Langt er millum húsini, tú verður hóttur við, at tú skalt yvirhalda tíðina, ert tú ikki liðugur, so skalt tú fara avstað atlíkavæl.
Tit, sum eru sett at stýra okkum, eiga at skilja, at tað eru ússalig, óhjálpin fólk vit arbeiða hjá, tað er ikki sum at arbeiða fisk ella annað. Tey gomlu eru bangin og ótrygg og fáa ikki tað hjálp, teimum tørvar.
Vælsignaðu fólk, sum ráa fyri borgum, latið vera við at seta toppar oman á toppar, húsið koppar av tí. Gevið teimum í Eysturoynni, sum mist hava sína heimahjálp hana aftur, so tey eru líka fyri sum fólk aðrastaðni í landinum.
Vit vita, at tað er bara ber, tað er skert so nógv.
Vegna heimahjálpirnar
Signa Skoradal