Nýggi Smyril fær trý ymisk atløgupláss í Havn

Fyribils skal nýggi Smyril bæði brúka atløguplássið hjá Norrønu og krókin undir Havnarskrivstovuni, men onkran túr skal hann eisini ligga úti á Molanum

Suðuroyarsiglingin

Eitt er vist: Ferðafólk, sum ætla at sigla við Smyrli ímillum Suðuroynna og Havnina mugu vera púra edrú.
Eru tey ikki tað, verður tað skjótt at villast á havnarkei.
Nógv kjak hevur verið um, hvar nýggi Smyril skal hava atløgupláss í Havnini.
Men nú hevur ein arbeiðsbólkur mælt til, at nýggi Smyril fyribils fær trý ymisk atløgupláss.
Arbeiðsbólkurin hevur kannað eftir, hvørjir møguleikar, Tórshavnar Havn hevur at taka ímóti nýggja Smyrli, tá ið hann kemur í heyst.
Arbeiðsbólkurin sigur, at sum umstøðurnar eru nú, er tann besta fyribilsloysnin, at nýggi Smyril fær trý ymisk atløgupláss í Havn.
Í fyrsta lagi mælir arbeiðsbólkurin til, at nýggi Smyril brúkar ferjuleguna hjá Norrønu, tá ið hon ikki er í Havn.
Í øðrum lagi mælir arbeiðsbólkurin til, at nýggi Smyril liggur í krókinum undir Havnarskrivstovuni, tá ið Norrøna er í Havn, men tá skip hjá Skipafelagnum ikki er í Havn
Og í triðja lagi mælir arbeiðsbólkurin til, at nýggi Smyril leggur at úti á Molanum, tá ið bæði Norrøna og skip hjá Skipafelagnum eru í Havn.
Soleiðis sum Norrøna siglur nú, og heldur ferðaætlanina, verður tað einar tríggjar ferðir um vikuna, at Smyril ikki kann liggja í leguni framvið Eystaru bryggju.
? Men tað er tó ikki óvanligt, at Norrøna er seinkað, so tað kann stundum verða oftari, at Smyril ikki fær brúkt leguna hjá Norrønu, sigur arbeiðsbólkurin.
? Annars verður tað serliga mánamorgun, at trupulleikar vera hjá Smyrli at sleppa at í krókinum, tí tá liggur skip hjá Skipafelagnum har.
Tá verður neyðugt at liggja úti á molanum, sigur Arbeiðsbólkurin.
Í arbeiðsbólkinum hava verið Jónsvein Lamhauge og Arnbjørn Christiansen, Tórshavnar Havn, Ewald Kjølbro fyri Landsverk, Kristian Davidsen og Hanus Lassen fyri Strandferðsluna og Niels Winther fyri vinnumálaráðið.
Arbeiðsbólkurin leggur stóran dent á, at talan er um eina fyribilsloysn, sum langt frá er tann besta.
Men hetta er heldur ikki verri enn skipanin, sum Smyril brúkar nú.

Byggja út fyri fimm milliónir
Arbeiðsbólkurin sigur, at verður tilmælið fylgt, verður neyðugt at byggja út fyri einar fimm milliónir.
Nýggj gongubrúgv skal gerast við ferjuleguna hjá Norrønu, yvir í trapputornið hjá Norrønu. Í krókinum undir havnarskrivstovuni verður neyðugt at dýpa eitt sindur einar 15-20 metrar framvið molanum. Samstundis skal stoypast, har hekkuportrið kemur niður á bryggjuna, umframt at hægri fendarar skulu setast upp
Úti á Molanum verður eisini neyðugt at seta hægri fendarar.
Umframt tær fimm milliónirnar, hetta kostar, má landið eisini gjalda nýtslugjald fyri at brúka trapputornið, sum Tórshavnar Havn gjørdi til Norrønu. Í løtuni leigar Smyril Line tornið. Trý tey fyrstu árini er leigan 165.000 krónur um mánaðin. Eftir tað verður leigan 50.000 um mánaðin. Hvussu stórt nýtslugjaldið hjá Strandferðsluni verður, er ein samráðingarspurningur.
Afturat hesum má Strandferslan leiga bussar at koyra fólk ímillum farstøðina og Smyril, tá ið hann liggur á Molanum, tí fólk sleppa ikki at ganga ímillum. Hetta fer at kosta minni enn 50.000 krónur um árið.
Skipaeftirlitið hevur boðað frá, at verður hetta skipað væl, dugir tað ikki at síggja nakrar trupulleikar.