Nógv landing í Ánunum

Seinastu dagarnar hava einir 20 mans landað Gadus, sum hevur lagt veiðina upp í Ánunum - og tíðliga seinnapartin í dag kom Næraberg við stórari last av svartkjafti. Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík hava tey havt úr at gera seinastu tíðina. Umframt vanligu landingarnar, sum felagið avgreiðir hjá skipum, sum landa við Kósabrúnna, hevur felagið eisini havt nógv landingarvirksemi í norðurhavnini.

Seinastu dagarnar hava einir 20 mans landað flakatrolaran Gadus, sum herfyri kom aftur úr Barentshavinum við 775 tonsum av frystum og nakað av heilum fiski.

Landingarmiðstøðin hevur landað og skilt fiskin hjá Gadusi í vørunummur, og síðan er hann farin til frystingar.

Í morgun vóru teir lidnir at landa Gadus, og nakað eftir klokkan 14 í dag legði Næraberg at í norðurhavnini við umleið 1700 tonsum av svartkjafti.

Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík tekur sær eisini av at landa veiðina hjá Nærabergi, sum verður stáplað upp á plattar og fryst í stóru frystigoymsluni í Ánunum.