Týska felagið Arminia Bielefeld váttar nú á heimasíðu síni, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, Jóan Símun Edmundsson. Sáttmálin er galdandi til 30. juni 2020.
- Lekkurt at fáa framtíðina upp á pláss, sigur føroyski landsliðsspælarin.
Jóan Símun Edmundsson hevur verið meiri ella minni útifrystur úr OB seinastu mánaðirnar, eftir at tað gjørdist greitt, at hann ikki endurnýggjaði sáttmálan við danska felagið.
Áhugin hjá týska felagnum fyri føroyska áleyparanum kveiktist, tá Jóan Símun Edmundsson var til royndarvenjing í felagnum í januar 2016.
- Vit hava fylgt menningini hjá honum síðani og varðveitt sambandið við spælaran, skrivar felagið.
- Eg eri sera fegin um at sleppa at spæla fyri eitt so søguliga sterkt felag sum Arminia Bielefeld. Eg fekk eina góða fatan av felagnum, tá eg var til royndarvenjing, og eg gleði meg at byrja nýggja kappingarárið, sigur Jóan Símun Edmundsson við heimasíðuna hjá felagnum.
Jóan Símun Edmundsson skiftir til týska felagið tá flytingarvindeygað letur upp aftur 1. juli.