Føroyskar og grønlendskar fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna.
Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin.
Tað upplýsir TDC Erhverv, sum skipar fyri átakinum saman við millum øðrum vinnufelagsskapum, myndugleikum og fyritøkum.
Fyritøkurnar, sum taka lut, fáa tilboð um at royna KT-skipanir sínar við einum pallsettum netálopi.
John Henriksen, stjóri í TDC Erhverv, metir ikki, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur eru meira útsettar fyri netálopum enn aðrar fyritøkur.
Smærri fyritøkur eru tó vorðnar meira útsettar seinastu árini.
– Tað kemst av vitlíki, sum ger tað møguligt hjá áleyparunum at arbeiða meira skipað. Tí kann tað nú loysa seg hjá teimum at leypa á smærri fyritøkur, og í Føroyum og Grønlandi eru sera nógvar smáar fyritøkur, sigur hann við Ritzau.
Tilbúgvingarvenjingin „Hele Danmark Øver“ er íblást av einum líknandi norskum átaki. Hetta er triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin.
Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki bert hesir tímarnir, sum skulu gera fyritøkurnar betur førar fyri at standa ímóti netálopum.
John Henriksen væntar, at luttakararnir fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina.
– Aftaná hevur tú fingið eina góða mynd av, hvat tú skalt seta teg inn í og hvørjum tú skalt hava skil á í fyritøkuni, áðrenn hon verður rakt av einum netálopi, sigur hann.
Ritzau











