Hvørt ár søkja umleið 8000 ung fólk í áldrunum 18-28 til Norðjobb. Ùr Føroyum koma einans 20 umsøknir. Stórsti áhugin fyri Norðjobb er í Svøríki og Finlandi.
- Hóast áhugin at søkja er so lágur í Føroyum, so eru tað øguliga nógv av teimum søkjandi sum eru áhugað fyri at koma til Føroya, sigur Ása Juslin. Føroyar, ìsland og Grønland verður sæð sum "eksotiskt" og tí vilja ungdómarnir fegin hertil.
Men tað er torført at koma ígjøgnum nálareygað - einans 10 arbeiðspláss í Føroyum taka ímóti norðjobbarum og talið hevur verið støðugt í nógv ár.
- Eg var norðjobbari í Føroyum í endandum av 1980. Tá vóru nógv flakavirkir sum tóku ímóti norðjobbarum, so tá vóru vit nógv, sigur Ása. Nú eru tað mest ferðavinnan og kommunirnar sum taka ímóti norðjobbarum í Føroyum.
Av teimum 8000 sum søkja eru tað einans 700 sum fáa starv í teimum ymisku Norðurlendsku londinum.
Um tú gerist norðjobbari fær tú arbeiði, bústað og ymisk frítíðartiltøk ordnaði av leiðaranum á staðnum.
Í fjørð vóru tað tríggir føroyingar sum vóru norðjobbarir, tvey í Finlandi og ein í ìslandi.
- Vit kunnu garantera at ungdómarnir fáa eina ørðvísi og áhugaverda summarferiu um tey gerast norðjobbarir, sigur Ása Juslin. Kanska ikki so rík peningaliga, men í nýggjum royndum.
Hvat gera tit so øll her í Føroyum?
- Vit eru savnað saman fyri at eitt soðkallað "kick-off". Nú byrjar tíðin har vit hava mest at gera nú várið fer at nærkast, sigur Ása Juslin.
Fakta
Norðjobb byrjaði 1985 og hevur síðani tá ordna arbeiði til yvir 15.000 ungdómar úr øllum Norðanlondum.
Endamálið er at økja samstarvið millum tey Norðurlendsku londini og at kunna um mál og mentan í Norðurlondum.
Skrivstovan hjá Norðjobb liggur í Stockholm og hartil verða allar umsøknir sendar. ì hvørjum av teimum átta londunum er ein lokal skristova sum hjálpur til við bústaðar-, lønar-, arbeiðs-, og skattaspurningum millum annað.
Fyri meira upplýsingar kunnu tit fara inn á heimasíðuna www.nordjobb.net