Sum tað hevur ljóðað seinastu tíðina, so er Mikkel Dahl aftur í føroyskum fótbólti. Hann hevur í dag gjørt sáttmála við HB, boðar felagið frá á sosialu miðlunum. HB hevur fingið tilgongd av Matthias Præst Nielsen (AB), Mads Borchers (07 Vestur) og Viljormi Davidsen.
Sum skilst, so hevur eitt ávíst samskifti verið millum partarnar seinastu tíðina. Mikkel Dahl gavst eitt sindur brádliga í HB 2021, tá hann ikki spældi við í november mánaði, tá steypakappingin bleiv avgreidd. Hann skifti stutt eftir til Leiknir í Íslandi, men har hevur gingið illa og liðið flutti niður.
Hann var partur av 2020 liðnum, sum við Jens Berthel Askou á odda vann FM. Í 2021 bleiv hann toppskjútti og valdur til ársins áleypara til Fótbóltsgalla. Nú er hann aftur í HB.