Olaf í uppskoti til stóra virðisløn

Olaf Johannesen er í uppskoti at vinna donsku Reumert-virðislønina fyri besta sjónleikaavrik í fjør

 

21. juni verður avdúkað, hvør vinnur donsku Reumert-virðislønirnar, sum verða lætnar fyri avrikini á sjónleikapallum í Danmark.

 

Fleiri virðislønir verða lætnar, og millum tær hægst mettu eru sjálvandi tær fyri bestu sjónleikaraavrikini hjá ávíkavist monnum og kvinnum.

 

Hjá monnunum er føroyski Olaf Johannesen í uppskoti fyri sín leiklut í trimum leikum. Nevnliga “Samtale før døden”, “Mefisto” og “Heksejagt”.

 

Hetta er næsta árið á rað, at Olaf Johannesen er í uppskoti til Reumert-virðislønina.