Tað hevur vakt stóran ans í danska fíggjarheiminum, at nýggi stjórin í Fíggjareftirlitinum, Henrik Bjerre-Nielsen, er komin við einari umbering fyri leiklutin hjá Fíggjareftirlitinum í sambandi við Føroya Banka.
Umberingin er sett fram í einum brævi, sum Henrik Bjerre-Nielsen hevur sent Búskaparmálaráðnum í sambandi við kjakið í Fólkatinginum í seinastu viku.
Í brævinum sigur stjórin, at hann biður um umbering fyri tað medábyrgd, sum stovnurin sambært kanningarnevndini hevur fyri, at tað ikki varð givin ein rættvísandi mynd av støðuni hjá Føroya Banka.
Kanningarnevndin í bankamálinum hevur kritiserað Fíggjareftirlitið fyri ikki at hava gjørt tær neyðugu kanningarnar í sambandi við partabrævaumbýtið.
Ein kanning hevði eftir fáum døgum víst eina meira rættvísandi mynd av Føroya Banka, og hon hevði samstundis víst, at bankin ikki var solventur tá umbýtið fór fram, og at honum tí tørvaði pening.
Hetta kann bert tulkast soleiðis, at nýggi stjórin heldur, at tað er uppgávan hjá Fíggjareftirlitinum at tryggja eina rætta virðisuppgerð í einari neyðstøðu.
Hervið verður minni pláss til tann »fleksibilitet« sum vit eitt nú kenna í Føroya Banka-málinum, og partarnir verða tí kroystir til at taka skjótar avgerðir á meira røttum grundarlag.
Tað hevur sambært donskum fjølmiðlum verið siðvenja, at Fíggjareftirlitið hevur vent blindað eygað til, í teirri vón at ein loysn verður funnin ? ofta við politiskari »innblanding«.
Orsøkin til at Henrik Bjerre-Nielsen skrivaði brævið til Búskaparmálaráðið er, at hann ynskir at fáa greiðu á hvørjum rammum stovnurin skal virkað undir í framtíðini. Hetta verður gjørt fyri, at eingin ivi skal verða um leiklutin hjá Fíggjareftirlitinum.
Fleiri danskir politikarar hava annars verið úti eftir einari umskipan av Fíggjareftirlitinum.
Onkur teirra hevur sagt, at leikluturin hjá eftirlitinum í Føroya Banka-málinum hevur víst, at stovnurin ikki er óvildugur, men virkar beinleiðis eftir boðum frá ráðharrum.
Henrik Bjerre-Nielsen sigur við Børsen, at hann við brævinum ynskir at greiða Búskaparmálaráðnum frá sínari uppfatan , og at hann tí hevur kunnað starvsfólk síni um innihaldið í brævinum.
Ótti millum starvsfólk
Tað hevur, sum rímiligt er, vakt ans millum starvsfólki í eftirlitinum, at nýggi stjórin hevur biðið um orsakað.
Umberingin verður mett sum ein rimmar kritikkur av teimum starvsfólkum sum arbeiddu við Føroya Banka-málinum.
Stjórin Eigil Mølgaard er farin frá, men Flemming Nytoft Rasmussen og Peter Sylvest Larsen starvast enn hjá Fíggjareftirlitinum.
Kritikkurin má metast at vera mest tyngjandi fyri Flemming Nytoft Rasmussen.
Hann fekk grannskoðanarfrágreiðingina hjá Føroya Banka. Og lesnaðurin í henni var alt annað enn hugnaligur. Framtíðarvánirnar vóru sera svartskygdar, men hóast tað valdi hann at tiga.
Tí visti Peter Sylvest Larsen onki um støðuna, tá hann luttók í samráðingunum um partabrævaumbýtið.
Sylvest Larsen gjørdi tó onki fyri at kanna virðini í roknskapinum, og av teirri orsøk kom tann neyðugi avsetingartørvurin ikki upp á borðið, sjálvt um føroyingar høvdu spurt eftir hesum.
Uppfatanin partarnir høvdu av leiklutinum hjá Fíggjareftirlitinum í samráðingunum var, at eftirlitið góðkendi umbýtið.