Palestinski forsetin, 90 ára gamli, Mahmoud Abbas, kemur nú til Noregs á vitjan.
Hetta verður fyrsta vitjan hjá honum í Noregi, síðan Noreg viðurkendi Palestina sum egnan stat.
Mahmoud Abbas hevur verið palestinskur forseti síðan á forsetavalinum í 2005.
Funnist hevur verið at honum fyri ikki at hava hildið val, hóast hansara forsetatíð langt síðan er farin.
Herfyri boðaði palestinski forsetin frá, at beinleiðis val skal verða í tjóðarráðnum hjá PLO hin 1. november í ár.
- Tjóðarráðið svarar til tjóðartingið í hersettu økjunum á Vestara Áarbakka, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.











