Pantani: Tilvildarligi deyðin hjá einum súkklara

Marco Pantani var knáur í mótbrekkuni, men ein dagin lá hann deyður einsamallur

Í ÍtróttarSosialinum ummæla og vísa vit javnan til filmar, dokumentarar og bøkur, sum hava við ítrótt at gera. Bæði føroyskan og útlendskan ítrótt. Nú føroyskur fótbóltur og partar av ítróttarheiminum byrja at venja aftur, so fer In.fo at geva tykkum nøkur góð ráð at stytta um tíðina til ítrótturin aftur fer í gongd.

Síggj dokumentarin á DR.dk við at trýsta HER 

Hesa ferð er talan um dokumentarin ”Pantani: Tilvildarligi deyðin hjá einum súkklara”. Í 2004 bleiv kendi súkklarin Marco Pantani funnin deyður í einum kamari á einum gistingarhúsi. Einsamallur í kamarinum lá hann deyður av yvirdosis av kokain.

Hetta er søgan um hvussu ein nógv virdur og elskaður súkklari, sum í 1998 vann Tour de France, kundi enda sínar dagar einsamallur í einum kamari í einum gistingarhúsi. Marco Pantani er kendur sum knáur fjallaklintrari á súkkluni. Klæntrasligur og lágur av vøkstri fór hann mangan undan kappingarneyta í mótbrekkuni.

Hugurin til at súkkla var altíð til staðar, men ikki altíð sum yrkissúkklari. Álvarsligir skaðar gjørdu eisini mótburðin hjá berskølta italiumanninum størri, men hann reistist og vann Tour de France og Giro’ina í 1998.

Í dokumentarinum sleppa vit tætt at lívinum hjá Marco Pantani. Dokumentarurin, sum er á Dr.dk, er væl settur saman og tú keðir teg sjáldan. Stuttligt og gevandi við myndum, tá Marco Pantani sum unglingi vinnur súkklukappingar, og myndir frá stóru hendingnum í Tour’inum og Giro’ini.

Í eftirmælinum fær dokumentarurin fimm av seks stjørnum. Hartil verður sagt, at um tú hevur tað minsta av áhuga fyri altjóða súkkling ella kennist við navnið Marco Pantani, so er hesin dokumentarurin verdur at síggja. Hann varar í ein tíma og 32 minuttir.

Her er listin av dokumentarum og filmum, sum In.fo mælir til at síggja:

- Frá Diego til Maradona (DR.dk)

- 9.79* Søgan um Ben Johnson og Seoul 1988 (DR.dk)