Tað er ein spennandi kapprenning millum trý lið í uppflytingarstríðnum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Fremst í løtuni er liðið hjá Paula Høj, Bergsøy við 30 stigum. Nummar tvey er Viking TIF, somuleiðis við 30 stigum, og nummar trý er Bodø við 29 stigum.
Ígjár tók Bergsøy móti Haslum á heimavøllin í REM Arena í Fosnavåg. Dysturin endaði við stórsigri 33-19 til Bergsøy. Í steðginum var Bergsøy frammanfyri við trimum málum, 12-9. Í seinna hálvleiki vóru teir flúgvandi.
Pauli var saman við Markus Buchardt millum næstbestu málskjúttarnar hjá heimaliðnum. Teir skutu seks mál hvør. Pauli legði eisini upp til eitt mál (assist).
Komandi leygardag klokkan 14 verður oddauppgerð í Bergen. Tá tekur Viking TIF móti Bergsøy í einum dysti, har vinnarin av dystinum fer at hava ein avgjørdan fyrimun í uppflytingarstríðnum.











