So er tíðin aftur komin til at finna Ársins Songrødd. Nógvar føroyskar songstjørnur eru gjøgnum tíðina sprotnar úr hesi kapping, og fleiri av teimum hava síðani funnið sær vegin fram á stóra tónleikapallin ? bæði her heima, og úti í stóru verð.
So hevur tú hug at royna teg sum sangara, er Ársins Songrødd just ein kapping fyri teg. Onkur tekur lut bert fyri at stuttleika sær, meðan onnur veruliga ætla sær nakað meira innan tónleik.
Trý undanumfør eru á skránni í ár, og tey verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirð,TB húsinum á Tvøroyri og í Høllini á Kambsdali. Finalan verður í Høllini á Kambsdali leygarkvøldið 3. mai.
Í mun til undanfarin ár er møguleiki at velja sær lag sjálvur, so ikki skuldi verið torført at funnið okkurt, ið hóskar til tín ? líkamikið, um tú ert genta ella drongur, 15 ella 95 ár.
- Tá tú hevur teknað teg, skalt tú tó velja trý løg, tað fyrsta lagið tú ynskir at syngja fyrst. Tað næsta ynski næst o. s. fr., hetta tí tað kann koma fyri at vit ikki kunnu útvega fyrsta ynskið. Eisini er hetta gjørt, fyri at luttakarin skal hava møguleika at broyta meining og val av lagið, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Hesaferð er pláss fyri 30 luttakarum, so tað ræður um sum altíð at tekna seg til kappingina skjótast gjørligt. Hetta kanst tú gera inni á heimasíðuni, har tú eisini finnur reglar og ymiskt annað um sjálva kappingina.
Seinasta freist at tekna seg til kappingina er í kvøld á midnátt. Tekning fer fram nú inni á www.songroddin.com
James Olsen verður frásøgumaður, og til finaluna verður okkurt forkunnugt undirhald. Fyrsta umfar verður leygarkvøldið 29. mars. Hini umførini verða í TB-Húsinum leygarkvøldið tann 5. apríl, í Høllini á Kambsdali leygarkvøldið tann 12. apírl.
Finalan verður leygarkvøldið 3. mai í Høllini á Kambsdali kl.23:30.