Ársins Songrødd 2010 - finala

Leygarkvøldið 8. mai kl. 23:00 lata dyrnar upp í høllini á Hálsi fyri finaluni av Ársins Songrødd 2010. Danska stjørnan, Rasmus Seebach verður ein partur av undirhaldinum. Nú eru átta luttakarar eftir, eftir at fýra undanumfør hava verið.

 

Vinnarin av kappingini fær, umframt heitið at verða kosin Ársins Songrødd, eina peningagávu.

 

Finaluluttakararnir eru:

 

Jóhanna N. Niclasen, Havn

Eydna á Fløtum, Havn

Eva Døgg Bragadóttir, Tvøroyri

Vivian Skyt, Sumba

Paula Danielsen, Tórshavn

Synnøva Magnussen, Lamba

Drós Reinert Joensen, Innan Glyvur

Margit Joensen, Viðareði