Russland vil fyribils ikki loyva amerikonskum vápnaeftirlitsfólki atgongd til sínar støðir, sum tann sonevnda Ein Nýggj Byrjan-avtalan um avdubbing annars loyvir.
Tað sigur russiska uttanríkisráðið í dag sambært tíðindastovuni AFP.
Russland birtir undir, at hetta hevur nakað at gera við tiltøkini hjá vesturheiminum móti landinum.
Tey umfatandi tiltøkini vórðu sett í verk, eftir at Russlandi gjørdi innrás í Ukraina í februar.
Tiltøkini merkja millum annað, at russisk eftirlitsfólk ikki kunnu gera kanningar í USA.
– Russland er tvungið til at taka til slík tiltøk sum úrslit av áhaldandi ynskinum hjá Washington um at gera kanningar, sum ikki taka støði í veruleikanum, sigur russiska uttanríkisráðið sambært AFP.
Samstundis ákærir Russland USA fyri at royna »at skapa einsíðugar fyrimunir« og fyri at taka frá Russlandi »rættin til at gera kanningar á amerikanskari jørð«.
Russiska uttanríkisráðið vísir eisini á útbreiðsluna av koronuvirus í USA sum orsøk til, at vápnaeftirlitið í Russlandi nú steðgar.
Ein Nýggj Byrjan-avrtalan, sum varð sett í gildi í 2011, er tann síðsta avtalan um avdubbing, sum er eftir millum teir báðar fíggindarnar úr kalda krígnum, USA og Russland.
Hon var sett í verk av táverandi forsetunum Barack Obama og Dmitrij Medvedev í 2010.
Hon sigur, at tey bæði londini í mesta lagi mugu hava 1550 kjarnorkuspreingiløðingar hvør í síni tilbúgving.
Harumframt avmarkar hon, hvussu nógvar interkontinentalar rakettir, londini kunnu hava.
Avtalan varð longd við fimm árum, tá hon stóð til at ganga út í fjør. Tað merkir, at tann núverandi avtalan er galdandi til 2026.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, mælti í síðstu viku Russlandi til at vísa vilja til at endurnýggja avdubbingaravtaluna, tá hon gongur út um fýra ár.
/ritzau/
Russland noktar vápnaeftirlitsfólki úr USA atgongd Russland noktar vápnaeftirlitsfólki úr USA atgongd
Við tilvísing til tiltøkini hjá vesturheiminum og koronufarsóttina avvísir Russland nú amerkonskum vápnaeftirlitsfólki
Eirikur Lindenskov
8. august 2022 kl. 23:38
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
20 tímar síðan
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
Í gjár kl. 17:48
Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir
28. oktober kl. 10:47
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni
13 minuttir síðan
Tíðindi
Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA
13 minuttir síðan
Lesarabrøv
Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028
17 minuttir síðan
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
1 tími síðan
Tíðindi
Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd
1 tími síðan
Tíðindi
Trump sigur seg steðga milliardastuðlinum til Ísraels
1 tími síðan
Hondbóltur
Eingin søla við dyrnar
1 tími síðan
Tíðindi
Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð
3 tímar síðan
Tíðindi
USA velur: Valdið hjá Trump stendur upp á spæl
3 tímar síðan
Tíðindi
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
5 tímar síðan
Hondbóltur
EM: Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu
5 tímar síðan
Tíðindi
Elisabeth Petersen vann bilin
5 tímar síðan