SÍ-KÍF 3-2 - avgerandi bóltarnir og samanumtøka (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá SÍ vendi einari 2-0 leiðslu til KÍF til ein 3-2 sigur

SÍ vann í dag enn ein rimmar fimmsettara í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti.

 

Í dag tóku sørvágskvinnur ímóti KÍF. KÍF var á odda 2-0 í settum og var veruliga á sigurskós, men sørvágskvinnur komu sterkt aftur og vunnu dystin 3-2.

 

Fyri átta døgum síðani vunnu sørvágskvinnur ein fimmsettara á Drátti á útivølli. 

 

Settmunurin í dystinum í Sørvági í dag var 12-25, 23-25, 25-20, 25-12 og 15-12.

 

Fleyr er á odda við 12 stigum, SÍ er nummar tvey við 10 stigum. KÍF hevur sjey stig og TB hevur seks stig. Mjølnir hevur trý sig og aftast er Dráttur við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Kristian Mikkelsen, venjari hjá Fleyr tók samanum tey fimm settini. 

 

HER ber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Guðruna Joensen (KÍF) og Tórfríð Tavsen (SÍ).