Sýrialand ein hóttan ímóti heimsfriðinum

Franski forsetin, Francois Hollande, legði ikki fingarnar ímillum, tá hann í dag setti ein fund hjá londunum, sum eru í felagsskapinum Vinir Sýrialands.

Hollande gjørdi greitt, at tað er neyðugt við hørðum tiltøkum ímóti stýrinum í Damaskus, og Bashar al-Assad, forseti (myndin), skal frá valdinum.

-Kríggið í Sýrialandi er vorðið ein hóttan ímóti altjóða friði og trygd. Tað er ikki neyðugt at brúka fleiri orð upp á hetta. Nú mugu vit taka støðu. Assad skal frá, og ein skiftisstjórn skipast, segði franski forsetin.

Russland og Kina eru ikki umboðað á fundinum í París. Bæði londini eru ímóti útlendskari uppílegging í Sýrialandi. Tey hava sýtingarrætt í ST-trygdarráðnum og hava higartil forðað altjóða samfelagnum at leggja seg út í stríðið.

ST heldur, at umleið 16.500 fólk hava latið lív, síðani uppreisturin ímóti Assad byrjaði í mars í fjør.