SALTSILOA

Seinastu tvey vikuskiftini hava sangkórið í Siloa og sang-bólkurin SALT havt konsertir. Ein var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, hin í Norðurlandahúsinum

Hanna Jensen
???????????????

Siloakórið hevur nógv ár á baki, eini 15 ár, og tað er Eyðun á Lakjuni, sum hevur útbúgving frá konservatoriumi, sum stjórnar. Tey telja uml. 35 fólk harav ein góður triðingur eru menn. Fyrr vóru tey flestu fuglfirðingar, men fleiri og fleiri eru komin afturat úr ymsum bygdum í Eysturoynni. Skarin er lutfalsliga ungur, men tey tilkomnu smæðast ikki burtur, og tey sýnast samansjóðað og glað fyri tað tey gera. Kórið er farið ígjøgnum eina líðandi menning frá tí hevdvunna føroyska kórstílinum (við teimum eyðkennum og tí tilfarsúrvali, sum hava gjørt seg galdandi fyri kór við tilknýti til brøðrasamkomuna) til eitt meiri modernað kór, sum eisini umfatar gospelkórstílin og annan rútmiskan kórsang. Men eg vil siga, at tey hava dugað væl, at hava tað gamla við. Og úrvalið skiftir nakað, alt eftir hvat høvið er. Kórið syngur til vanligar og ser-stakar kristiligar samkomur, men eisini onnur tiltøk sum konsertir heima í Føroyum og uttanlands.
Soleiðis var skráin samansett av Kingosálminum Nú rennur sólin fríð, sum Chr. Matras hevur umsett, við gomlum, føroyskum sálmalagi, sum Kári Bæk hevur sett út til kór. Við fleiri kendum gospelslagarum, sum Soon and Very Soon, I don´t know why Jesus loved me og I´m gonna keep on singing, og eisini øðrum tilfari hjá Andrae Chrouch, sum Sweet Jesus. Fleiri løg komu frá Oslo Gospel Choir, sum er eitt sera vælumtókt "hvítt" gospelkór, og ávirkanin frá hesum kóri sæst týðiliga, og tað nevndu tey eisini sjálv. Tore W. Aas er tann, sum ger stóran part av tilfarinum hjá OGC. Eyðun Jacobsen átti lagið Harri av hjarta..
Samanumtikið var tað eitt væl upplagt og væl fyrireikað kór, sum vit upplivdu til báðar konsertirnar. Sangurin var sera góður og vakur. Kórið er væl trenað. Tey eru so kontrollerað og avbalanserað, og fara frá tí inniliga og stilla til ta brúsandi og næstan ógvusliga. Mansrøddirnar eru óvanliga góðar, og nógvir góðir solosangarar trívast har. Skjótt er at gloyma onkran, men Elisabeth Hansen, Elsebeth Lassaberg og Bárður á Lakjuni syngja nógv og sera væl. Onnur eru Karolina Højgaard, sum hevur eina fantastiska kraft í síni rødd, sum eisini er nokkso serstøk, og sum bergtekur meg hvørjaferð eg hoyri hana. Og ein onnur, eg skal taka fram, er Erla á Torkilsheyggi, sum júst er byrjað at syngja solo. Hon hevur eina spaka, yndisliga rødd, sum egnaði seg væl til teir sangir hon sang, ein glaður sangur við latínskum rútmum: Joy to My Soul, og ein friðarligur hjá Åge Samuelson, sum Svenning av Lofti hevur umsett: Á Jesus tú mín frelsari, sum var eymliga framførdur við violin og spøkum kóri aftanfyri.
Hetta leiðir meg til at nevna tað innihaldsliga, sum á ongan hátt er farið afturum tað tónlistarliga. Eg haldi, at eg kann siga, at vit fingu ein sterkan boðskap um trygd og lyfti Harrans. Kingosálmurin endar /Lat Gud bert ráða/. Og aðrastaðni sungu tey/Tú heldur lyftini, sum tú lovaði../ og /Hvar leiðin enn ber er so trygt, tí Tú ert mær við lið/. Og sum heild var tað eitt lovsyngjandi kór vit hoyrdu, sum skapti eina atmosferu av ærufrykt. Pláss var tó eisini fyri skemti, og hereftir eitur Andrae Crouch nokk bara Andreas í Króki - hitt er altíð so ringt at fáa rætt!
Tað eg havi nevnt um rútmur og tílíkt hevði ikki verið møguligt uttan teir góðu tónleikarar, kórið hevði við sær. Dánjal Zachariassen spældi trummur, Svend Åge Drewsen bass, Gunnar Guttesen spældi ljómborð og Pætur Dahl Christiansen spældi guitar. Fleiri ferðir gleddi Gunnar áhoyrarafjøldina við sínum solospæli, og allir settu teir dám á við onkrum serligum. Eg havi hug at nevna trummuspælið í Sweet Jesus, ta vøkru guitarsolona og tað altíð trivaliga og rimmarfasta bassspælið.
Eg kann ikki siga annað, enn at tað stendur í blóma í Fuglafirði, og stuttligt var at síggja landstýrismannin í mentamálum standa á sínum fasta plássi og "praktisera".
Sangbólkurin SALT trein á pallin, eftir at Siloakórið hevði sungið helvtina av sínum tilfari. Konsertin var skipað við steðgi, tá hon var hálvrunnin, og SALT sang beint áðrenn og beint eftir steðgin.
SALT eru sjey fólk ymsastaðni úr Eysturoynni, tey hava fýra kvinnurøddir og tríggjar mansrøddir. Fyrsta inntrykk er, at tey eru skipað í tríggjar bólkar, har systrarnar Elsebeth Lassaberg og Eydna Jacobsen eru ein, teir ungu menninir, Bárður á Lakjuni, Jóan Magnus Kristiansen og Óli Christian á Torkilsheyggi eru ein og at enda Paula Jacobs og Arnvør á Torkilsheyggi eru ein. Og í summum sangum er tað samanspælið ímillum hesar bólkar, sum er berandi, tá teir til dømis svara hvørjum øðrum við at taka upp aftur frá hvørjum øðrum. Men Salt er á ongan hátt einfalt, og beint sum tú heldur teg hava funnið onkran tráð, so koma onnur mynstur fram. Tey eru nýskapandi innan føroyskan tónleik. Fleiri teirra hava sungið í kórum fyrr - enntá í Siloakórinum - og summi gera so enn. Og tey bera sínar royndir við sær t.d. haðani. Tey kunnu kanska samanlíknast nakað við aðrar a cappella bólkar í Føroyum, men tey fara inn á heilt aðrar gøtur og mugu sigast at vera eksperimenterandi á sín hátt.Tey syngja lænt tilfar á enskum og føroyskum og traditionelt, kent og minni kent tilfar. Men tey gera egnar útgávur burturúr tí, antin við at broyta eitt sindur ella við at gera nýtt heilt frá grundini. Og hesar útgávur víkja frá tí vanliga, við at tær eru bygdar upp av áhaldandi variatiónum av ræddarsamanseting og av harmonium - heilt til ovfarni. Okkurt lag er lagatyssi av gomlum ungdómskórum, eitt annað av gomlum sálmum og Negro Spirituals.

Skrá teirra var:
Halleluja
Praise Him/Komið tosið um Jesus
Fjart út um himmalhválvið (Augusta Lonberg, Z. Zachariassen føroyskaði)

My Jesus I Love Thee (William R. Featherstone, canada. V. Danielsen føroyskaði)

On Jordans Stormy Banks/Shall We Gather at the River/Down by the Riverside
Har áin er tað savnandi elementið

Eg vil mínum Harra prísa (Gomul donsk Mariuvísa, Hans Thomissøn, 1569. J. Dahl týddi. Sungin við gomlum før. sálmalagi)

We got to Sing

Á náði, sum ei sleppir mær (George Matheson, skoti. V. Danielsen føroyskaði)

Gentle Sheperd

Oh Jesus from danger your name will protect me (Á Jesus, títt navn er í vanda eitt virki eftir Linu Sandell, V. Danielsen føroyskaði, Gudmundur Johannesen umsetti til enskt)

Heildarmyndin eg havi av SALT er nakað listarligt, meditativt. Tað er avbjóðandi fyri áhoyraran, samstundis sum tað nærmast masserar hoyrn og kenslur. Serliga eftir Oh Jesus from danger.. hugsaði eg um ein lítlan løk og tað tutl, vit øll kenna frá einum friðarligum summarkvøldi. Og um vit halda okkum til myndina, so syngja tey so reint sum tað reinasta kelduvatn. Tey megna sera væl at teingja ljóðligu heildina til innihaldið. Frá tí inniliga og eyðmjúka í bønarsanginum Fjart út um himmalhválvið, til tað lívliga og spælandi í We got to Sing.
Tey sjey eru øll stinnir sangarar, við hvør sínum eyðkennum og sterku síðum, sum jú skapir hesa góðu heild. Og tey skiftast alla tíðina sínamillum til at syngja tað berandi lagið, so at solo, duett og trio av øllum slagi er flættað inn í tann grundleggjandi trí- til seksræddaða sangin. Unisonbrotini eru eisini so reint og vakurt sungin.
SALT fer at taka fløgu upp í nærmastu døgum, so tað verður spennandi at hoyra tað nýggja og møguliga egna tilfar, tey velja at geva út.
Eftir er bara at leggja afturat, at konsertirnar vóru góðar upplivingar á allan hátt.