SAS flogfar mundi endað í vanlukku: Byrjaði fráferð á skeivari breyt

Eitt SAS Airbus A320neo royndi hóskvøldið at fara avstað av eini útkoyringarbreyt í staðin fyri flogbreytini

Tað eydnaðist í síðstu løtu at steðga flogfarinum við 165 ferðafólkum umborð.

 

Hóskvøldið klokkan 21:44 koyrdi ein SAS Airbus A320neo (skráseting SE-ROM) út av gate'ini á Zaventem flogvøllinum í Bruxelles fyri at fyrireika seg til flogferðina til Keypmannahavnar sum flognummar SK2590 við 165 ferðafólkum umborð. Tað skrivar danski flogferðslumiðilin check-in.dk.

 

Flogskipararnir fóru avstað – eftir øllum at døma av misgáum – av parallellu koyribreytini E1-F2-V1 í staðin fyri høvuðsflogbreytini 07R, og við eini ferð uppá umleið 220 kilometrar um tíman megnaðu teir at avbróta fráferðina og steðga flogfarinum á tí staðnum, har koyribreytin smalkar. Hetta hendi umleið klokkan 22:03.

 

Eftir at flogfarið varð steðgað, kom sløkkiliðs- og bjargingartænastan á flogvøllinum út til flogfarið. Ferðafólk vórðu síðani flutt út á breytina og koyrd við bussi til terminalin, skrivar The Aviation Herald.

 

Flogferðin, sum longu var seinkað ein tíma og 15 minuttir, varð síðani avlýst og ferðafólkini flutt á aðrar flogferðir fríggjadagin.

 

Hendingin er vorðin ein toppsøga í belgiskum miðlum, og ein talskvinna frá flogvøllinum í Brússel váttar hendingina fyri belgiska miðlinum Nieuwsblad.be.

 

– Flogfarið hevði byrjað fráferðina av útkoyringarbreytini í staðin fyri flogbreytini. Útkoyringarbreytin verður bert brúkt til at flyta flogfør millum farstøðina og flogbreytina, stendur í fráboðanini.

 

Talskvinnan staðfestir eisini, at flogfarið steðgaði beint við brennievnistangarnar á flogvøllinum, men lokalir flogferðsluentusiastar skriva á ymiskum tráðum á netinum, at brennievnistangarnir er umleið 70 metrar burtur frá útkoyringarbreytini. Eisini er staðfest, at samveldisløgreglan var til staðar fyri at veita “sálarligan stuðul”.

 

Tað er nú upp til belgisku myndugleikarnar at seta eina kanning í verk av hendingini, sum kundi havt eitt vanlukkuligt úrslit, um flogfarið ikki varð steðgað rættstundis.

 

TV 2 hevur eisini greitt frá hendingini, har eitt video, sum eitt ferðafólk umborð hevur tikið upp, skjalprógvar, at skiparin á flogfarinum sigur, at tey gjørdu eina “intensiva bremsing” eftir at hava brúkt útkoyrigarbreytina.

 

Alexandra Lindgren Kaoukji, sum er samskiftisleiðari hjá SAS, váttar fyri TV 2, at flogferðin varð avlýst orsakað av einum “óreglusemi”.