Seattle Seahawks vunnu stóru finaluna í ameriskum fótbólti, kend sum: "Super Bowl".
Í finaluni sum var leikt í Santa Clara í Kalifornia vann liðið úr Seattle greitt 29-13 á New England Patriots.
Sambært teimum kønu var tað serliga verjuspælið, ið bar sigurin heim hjá Seattle Seahawks.
Hetta er annað Super Bowl heitið hjá Seattle Seahawks. Í 2014 vunnu teir á Denver Broncos í finaluni.











