Tað var við Leirvíksvegin út móti Varmakeldueiði, at ein bilførari klokkan gott 21 í gjárkvøldið varð máldur at koyra 122 km um tíman. Tá tað er meira enn 30 km um tíman oman fyri markið, so er revsingin treytað frádøming av koyrikortinum umframt eina stóra bót. Tað merkir, at viðkomandi skal til nýggja koyriroynd innan eina ávísa freist, annars missir hann koyrikortið.
Tveir aðrir bilførarar vóru eisini tiknir fyri at koyra ov skjótt á Fuglafjarðarvegnum. Annar koyrdi 106 km um tíman og hin koyrdi 108 km um tíman. Í báðum førum er revsingin klipp í koyrikortið umframt bót.
Løgreglan fekk kl 13.30 í gjár fráboðan um, at nógv mold var á vegnum við moldgoymlsuna oman fyri landsvegin í Syðrugøtu, har lastbilar koyra út og inn við mold. Vaktleiðarin sigur, at Landsverk fekk boð um tað.











