info
Ongi úrslit

Sjóvar kommuna gevst við at sláa gras

Sjóvar kommuna fer nú at hjúkla um føroyskan upprunavøkstur, tí gevst kommunan at sláa gras ávís støð

Nanný Toftegaard
12. juli 2024 kl. 12:09

Úr Sjóvar kommunu verður sagt, at ein ørgrynna av uppruna føroyskum plantum, njóta gott av, at seyðurin ikki sleppur at halda teimun niðri innangarðs. Hesar plantur eru av álvara komnar fyri seg, og nørast og mennast skjótt, væl dustaðar av øllum teimum mongu humlunum og býflugunum, ið eru øktar nógv í tali, tey seinastu árini.

 

Royndarverkætlan

Eitt av økjum, sum kommunan plagar at sláa, er við gamla hondbóltsvøllin og niðan ímóti Bygdahúsinum. Hetta lendið er sera fjølbroytt, við vallaðum bøi, mýrulendi, gróti og hagalendi. Og ein partur av tí gamla laðaða bøgarðinum er í økinum.

Hetta lendið er veruliga fjølbroytt, tá ið talan er um føroyskan upprunavøkstur, og kommunan hevur, saman við serkønum fólki, gjøgnumgingið økið. Kommunan fer undir eina royndarverkætlan í ár. Upprunaliga var ætlanin, at sláa lendið niður seinast í mai, men verkfallið á arbeiðsmarknaðinum, ið var frá 13. mai til 9. juni gjørdi, at byrjanin til hesa verkætlan ikki bleiv soleiðis sum vit ætlaðu.

Tá ið komið var út í juni var nógvur føroyskur upprunavøkstur byrjaður at koma fyri seg, hetta helst av tí avbera góða og gróðrarríka várinum í ár, og tí valdu kommunan ikki at sláa alt, tí nú var ov seint. Kommunan gjørdi av, at sláa nøkur økir við varsemi, meðan onnur øki skuldu fáa frið, soleiðis at skaðin gjørdist sum minst møguligur á tann vøkstur, ið kommunan ynsktu skuldi koma fram.

Tað fer óivað at síggja eitt sindur óskipað og óruddiligt út í ár, men kommunan vónar at hetta fer tað at stuðla uppundir upprunaligu ætlanina, ið er at fáa upprunavøksturin enn meira fram tey næstu árini.

Tá ið september mánaði er um at sleppa takinum fer kommunan at sláa alt lendið, tí tá eru planturnar lidnar at blóma fyri í ár, og fara í vetrarhvíld.

Tey næstu árini er ætlanin at gera meira burtur, við smáum gøtum inn á økið, at seta benkur og skeltir upp.

Økið liggur tætt við barnagarðin, kommunan vónar, at bæði børn og vaksin fara at nýta økið nógv, soleiðis at tey kunnu síggja og fáa eina vitan um tað tilfeingið, ið tann føroyska náttúra er og læra at virða planturnar og vøksturin har hann stendur, og lata hann fáa frið at mennast og nørast.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

14 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Pauli bjargaði tveimum brotskøstum í heimasigri hjá Skövde

2 minuttir síðan
Tíðindi

Star Trek og X-men leikari deyður

17 minuttir síðan
Lesarabrøv

Bústaðarneyðin verð­ur ikki loyst við fleiri skattum

30 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Janu vann seg til FINAL FOUR í steypakappingini

32 minuttir síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið

47 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby vann fyrsta sigurin í Allsvenskuni síðani 15. august

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaklubbadagur við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mundu koppað meistaraliðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Felags eplaveltan í Vági: Hálvt tons av eplum býtt út

1 tími síðan
Tíðindi

Minningarhald verður í Fríðrikskirkjuni

1 tími síðan
Tíðindi

Edward Fuglø málað serligan málning til Reyða Kross

2 tímar síðan