Skal leita eftir lívi á Mars

Sunnumorgunin lendi amerikanska rúmdarfarið "Spirit" á gongustjørnuni Mars. Nú skal tað kanna, um nakað lív hevur verið har

Á amerikonsku rúmdarstøðini NASA hildu fólk ondini, tá "Spirit" hevði sett seg. Men 20 minuttir seinni hálsfevndust fólk, tí tá hevði farið sent ta fyrstu myndina niður á Jørðina. Tað prógvaði, at tað 360 pund tunga farið hevði sett seg í Gusev-gopopinum í øllum góðum.

-Hetta er eitt ótrúligt bragd, og fyri NASA er hetta ein stór løta, segðiSean O'Keefe, sum stendur á odda fyri amerikonsku rúmdarkanningunum.

"Spirit" er tað fyrsta av teimum amerikonskum rúmdarførum, skal skal gera kanningar á Mars teir næstu tríggjar mánaðarnar. Hitt farið, sum eitur "Oppurtunity", skal eftir ætlanini seta seg á gongustjørnuni tann 24. januar.

Kanningartól hjá teimum báðum førunum skulu kanna skorpuna á Mars fyri at vita, um lív einaferð hevur verið har.

Á jólum lendi evropeiska rúmdarfarið "Beagle 2" á Mars, men tað hevur ikki givið ljóð frá sær síðani.